Ukraina: Fyrsta málið um krígsbrotsverk byrjað

bannari
18.05.2022 - 09:00
AktueltÚtheimurin
Ukraina: Fyrsta málið um krígsbrotsverk byrjað
Sakarmálið er í høvuðsstaðnum, Kyiv, og ein 21 ára gamal maður er ákærdur fyri krígsbrotsverk og dráp
Hetta er fyrsta mál av sínum slagi, men fleiri eru væntandi í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Í dag byrjar fyrsta rættarmálið um krígsbrotsverk í Ukraina, síðani russiska innrásin byrjaði.

Ein 21 ára gamal russiskur hermaður, Vadima Sjisjimarina, er ákærdur fyri at hava dripið ein 62 ára gamlan ukraina í landnyrðingspartinum av Ukraina tann 28. februar.

Myndugleikarnir í Ukraina siga, at ungi maðurin samstarvar við kanningarfólkini, og at hann hevur viðgingið tað, sum fór fram í Ukraina fyrstu dagarnar eftir innrásina.

 

Kann fáa fongsulsrevsing fyri lívið

Sakarmálið er í høvuðsstaðnum, Kyiv, og maðurin er ákærdur fyri krígsbrotsverk og dráp.

Verður hann funnin sekur, kann hann vænta fongsulsrevsing fyri lívið.

Sakarmálið er tað fyrsta av sínum slagi í Ukraina, og onnur mál um krígsbrotsverk eru á veg, upplýsa myndugleikarnir í Ukraina.


 

Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769