Russland: Ukrainar geva seg yvir í Mariupol

bannari
18.05.2022 - 14:34
AktueltÚtheimurin
Russland: Ukrainar geva seg yvir í Mariupol
Síðani mánadagin hava tilsamans 959 ukrainskir hermenn givið seg yvir, sigur ein russisk tíðindastova
Russiskir miðlar hava kunngjørt hesar myndina, sum teir siga eru av ukrainskum hermonnum, sum hava givið seg yvir í Mariupol
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Seinasta samdøgrið hava 694 ukrainskir hermenn givið seg yvir í Azovstal-stálverkinum í býnum Mariupol.

Tað sigur russiska verjumálaráðið sambært RIA, sum er ein russisk tíðindastova.

Síðani mánadagin hava 959 hermenn í stálverkinum givið seg yvir. 80 av teimum vóru illa særdir.

Ukraina hevur ikki váttað russisku fráboðanina. 

Í russiski fráboðanini verður heldur einki sagt, um fleiri ukrainskir hermenn eru eftir á stálverkinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769