AB-formaðurin: Sáttmálarnir við leikarar verða nú broyttir

18.05.2022 - 18:00
AktueltSamfelag
AB-formaðurin: Sáttmálarnir við leikarar verða nú broyttir
Leikarar úr øðrum londum enn norðanlondum skulu ikki rinda part av lønini beinleiðis til AB
Funnist verður at AB fyri sáttmálaviðurskifti við leikarar, sum ikki eru úr norðurlondum, men sáttmálanir verða nú broyttir, sigur formaðurin í AB.
 

Sáttmálarnir hjá AB-leikarunum, sum koma úr londum uttan fyri norðurlond, verða nú broyttir, so at leikararnir ikki rinda part av lønini beinleiðis aftur til AB.

Tað sigur Marius Thomassen, formaður í Argja Bóltfelag.

 

Marius Thomassen, formaður í AB.

 

Mánadagin kom fram í Degi og viku, at seks leikarar, sum eru knýttir at AB, skulu rinda 9.500 kr í húsaleigu hvør til AB, av einari løn upp á 12.300 kr.

AB sigur nú, at hóast leikararnir hava rindað minni í húsaleigu, verða sáttmálarnir broyttir:

 

1528367


 

Sáttmálarnir við leikararnar vóru gjørdir, áðrenn tey høvdu funnið bústað til leikararnar, men formaðurin í AB viðurkennir, at samansetingin var eitt mistak:

 

1528369

 

George Rouah, formaður í íF.

 

Formaðurin í ÍF, George Rouah, fanst í gjár at háttinum hjá AB at gera sáttmálarnar, sum tryggjar, at felagið fær part av lønini innaftur:

 

1528372

 

Men formaðurin í AB vil ikki siga, at tey eru farin um mark, hóast hann viðurkennir, at tey ikki høvdu gjørt á sama hátt aftur:

 

1528368

 

Arbeiðsloyvini hjá ítróttarfólki áseta, at tey skulu forvinna minst 51 prosent av samlaðu lønini frá ítróttarfelagnum, og at tey í mesta lagi kunnu forvinna 49 prosent frá øðrum arbeiðsgevara.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. juli
Morgunlestur leygardagur 2.juli 2022
141508
Fríggjadag 1. juli
Summarmorgun 01. juli 2022
141705
Fríggjadag 1. juli
Morgunlestur fríggjadagur 1.juli 2022
141507
Hósdag 30. juni
RagnarRokk: Lips um Impact Is Imminent
139913
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. juli
Jól í tónleikinum
141718
Mánadag 27. juni
3-2
141573
Sunnudag 26. juni
Andakt við Róland í Skorini
141518
Leygardag 25. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2022
141491