Nes kommuna góðar 14 mió. kr. í avlopi

17.05.2022 - 15:45
AktueltSamfelag
Nes kommuna góðar 14 mió. kr. í avlopi
Úrslitið í fjør var næstan sjey milliónir betri enn mett
Nes kommuna hevði eitt gott rakstrarúrslit í fjør.
 

Rakstraravlopið hjá Nes kommunu í 2021 var 14,2 mió. kr. Hetta var 6,7 mió. krónur betri enn mett.

Samlaðu inntøkurnar fyri 2021 vóru størri enn mett í fíggjarætlanini fyri 2021, og útreiðslurnar til rakstur og íløgur fyri 2021 vóru minni, enn roknað var við.

Nettoskuldin hjá Nes kommunu er 49 prosent av eini skattaálíkning og heldur seg tí væl innan fyri markið fyri eina árliga skattaálíkning, sum kommunurnar ikki mugu fara upp um.

Ársroknskapurin hjá Nes kommunu varð samtyktur á almennum bygdaráðsfundi 2. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430
Mánadag 23. januar
Møti úr Meinigheitshúsinum
151337
Sunnudag 22. januar
Hvør veit?
151287
Sunnudag 22. januar
Andakt við Tummas Jacobsen
151286