Hava útsett møguligan arbeiðssteðg í eina viku

17.05.2022 - 10:46
AktueltSamfelag
Hava útsett møguligan arbeiðssteðg í eina viku
Semingsstovnurin er komin upp í sáttmálatrætuna millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar
Semingsmenninir bíða nú eftir tilfari frá pørtunum og grundgevingunum fyri at senda boð eftir semingsstovninum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Tey fimm arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag løgdu kongin í gjárkvøldið, og sendu boð eftir semingsstovninum, tí tey komu ikki longur í samráðingunum um nýggjan sáttmála. 

Semingsstovnurin hevur útsett ein møguligan arbeiðssteðg í eina viku, til á midnátt mánakvøldið.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at teir longu í gjárkvøldið hittu arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar fyri at fáa eina hylling á støðuni.

 

Smá framstig

Partarnir hava samráðst nokk so leingi, men framstigini í samráðingunum hava verið smá, staðfestir semingsmaðurin.

Nú bíðar semingsstovnurin eftir tilfari frá pørtunum og grundgevingunum fyri at senda boð eftir semingsstovninum.

Síðani fer semingsstovnurin at kanna skal tilfarið, og tá tað er gjørt, verður støða tikin til, hvussu farast skal fram, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

 

Samráðst síðani 7. apríl

Arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir hava samráðst leingi.

Sáttmálakrøvini vóru latin inn hálvan mars, og fyrsti samráðingarfundur var 7.apríl.

Síðani 1. mai eru sáttmálarnir longdir í eitt samdøgur í senn, men hósdagin vóru teir longdir í nakrar dagar, og vóru galdandi til á midnátt í gjárkvøldið.

Samráðingarnar bóru ikki á mál, og tí var semingsstovnurin boðsendur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. august
Morgunlestur mikudagur 10. august 2022
143008
Mikudag 10. august
LEITISSTEIN 09.08.2022 (Bjørt Lind)
143130
Týsdag 9. august
Botnstríðið harðnar
143083
Týsdag 9. august
Morgunlestur týsdagur 9.august 2022
143007
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750