Ukraina fær nýggj vápn úr USA

bannari
16.05.2022 - 10:19
AktueltÚtheimurin
Ukraina fær nýggj vápn úr USA
Nógv bendir á, at russar hava tikið aftur úr næststørsta býnum í Ukraina, Kharkiv
Kharkiv er illa bumbaður, men nú er líkt til, at russiskar deildir eru farnir at taka seg aftur úr býnum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Ukraina hevur fingið nýggj og betri vápn úr USA. Talan er um kanónir, ið bera so mikið langt, at tær ikki eru í vanda fyri sjálvar at vera raktar. 

Ukrainar hava eisini fingið onnur sløg av kanónum, bæði úr Týsklandi og Fraklandi.

Næststørsti býurin í Ukraina, Kharkiv, hevur verið fyri ógvusligum álopum, síðani kríggið byrjaði fyri umleið 11 vikum síðani. Seinastu dagarnar hevur tó verið friðarligari í býnum, og leygardagin hildu ukrainskir myndugleikar, at russisku herdeildirnar taka seg aftur úr Kharkiv. 

Leygardagin staðfesti borgarstjórin í býnum, Ihor Terekhov, í BBC, at russar taka seg aftur, og at býurin ikki hevur verið fyri álopum seinastu dagarnar. Nøkur fólk, sum vóru flýdd úr býnum, eru komin heimaftur.

Fleiri greinarar spáa eisini, at ukrainar skjótt fara at vinna Kharkiv aftur, skrivar NRK. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769