- Tíðindi, mentan og ítróttur
Príshækkingar: Landsstýrismaðurin leggur ikki uppí fyribils
05.05.2022 - 13:55
Aktuelt›Pengar
Príshækkingar: Landsstýrismaðurin leggur ikki uppí fyribils
Embætisfólkini í fíggjarmálaráðnum hava mælt Una Rasmussen frá at seta tiltøk í verk

Matvøruprísirnir eru nógv hækkaðir seinastu tíðina. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur ongar ætlanir um tiltøk, ella at leggja uppí, nú livikostnaðurin er so nógv hækkaður.
Tað segði hann í tinginum í dag, tá hann svaraði einum ófráboðaðum fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni.
Uni Rasmussen segði, at embætisfólkini hava mælt frá leggja uppí, og tá tey hava ta metingina, hevur hann gjørt av at bíða.
Sí brot úr orðaskiftinum, sum var um spurningin frá Høgna Hoydal, her:
ORDASKIFTI_NET
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV