Ein søga um tveir hálvleikir

20.04.2022 - 19:41
ÍtrótturHondbóltur
Ein søga um tveir hálvleikir
Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum fylgdi væl við Rumenia fyri steðgin, men í seinna hálvleiki skrædnaði og endaði við stórtapi
Jana Mittún og hinar á føroyska landsliðnum taptu ímóti Rumenia
Mynd: EHF  
 

Tað var ein søga um tveir hálvleikir, tá føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum tapti stórt í EM-undankappingardysti fyri Rumenia á Hálsi í Havn.

Í fyrra hálvleiki spældu Føroyar væl, og bert væntandi neyvleiki og ein væl upplagdur rumenskur málverji gjørdu, at kvinnurnar í hvítum og bláum ikki vóru frammanfyri.

Munurin var tvey í steðginum, men í seinna hálvleiki skrædnaði, og endin var, at føroysku kvinnurnar taptu við tíggju málum í síðsta heimadystinum í hesi undankappingini. 



Spældu væl - brendu ov illa

Rumenia við stóru profilunum Cristina Neagu og Crina Pintea fekk betru byrjanina.

Føroyska álopsspælið gekk í stóran mun út uppá at bjóða av ein ímóti einari við Janu Mittún og Súnu Krossteig Hansen í miðdeplinum. Tað gav fýra brotskøst fyrstu løtuna. 

Tíverru misnýttu Maria Halsdóttir Weyhe og Marianna Geirsdóttir Eystberg hvør sítt, og tí fekk útiliðið eina trímálsleiðslu.

Heimakvinnurnar spældu seg javnan til kjansirnar, men Daciana Hosu í rumenska málinum bjargaði 10 av 21 royndum, og tí komu Føroyar ongantíð upp á javnt. 

Hinumegin hevði Annika Fríðheim Petersen ikki somu eydnu, meðan rumenar eisini vóru munandi neyvari í skotroyndunum. 

Hóast hetta hingu tær hvítu í, og í seinastu sekundunum  minkaði Maria Halsdóttir Weyhe til hálvleiksstøðuna 13-11.



Dragnaðu eftir steðgin

Fyrstu 10 minuttirnir eftir steðgin vórðu avgerandi fyri úrslitið í høllini á Hálsi. 

Cristina Neagu vaknaði eftir ein lakan fyrra hálvleik og skeyt fýra mál, meðan Føroyar framvegis misnýttu kjansir og álopsstøður. 

Munurin fór av tí sama frá tveimum heilt upp í sjey mál.

Hvussu tær á heimaliðnum so royndu, eydnaðist ikki eins og fyri steðgin at broyta ígjøgnum rumensku verjuna, og tí vaks munurin heldur enn at minka. 

Avbjóðingin - bæði hjá monnum, men kanska serliga hjá kvinnum - tykist vera at megna at hanga í ein dyst á tamb, og tað hevur verið og er framvegis trupult.

Í kvøld á Hálsi gekk als ikki, og tað endaði við 31-21 tapi fyri Rumenia undan stóru royndini á útivølli ímóti Danmark leygardagin.



Høllin á Hálsi (EM-undankapping)
Føroyar-Rumenia, 21-31 (11-13)

Føroysku málskjúttarnir:
Marianna Geirsdóttir Eystberg, 5
Turið Arge Samuelsen, 3
Katrina Nina Johansen, 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, 3
Maria Halsdóttir Weyhe, 2
Pernille Brandenborg, 2
Súna Krossteig Hansen, 1
Ingibjørg Olsen, 1
Jana Mittún, 1






 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. juli
Morgunlestur leygardagur 2.juli 2022
141508
Fríggjadag 1. juli
Summarmorgun 01. juli 2022
141705
Fríggjadag 1. juli
Morgunlestur fríggjadagur 1.juli 2022
141507
Hósdag 30. juni
RagnarRokk: Lips um Impact Is Imminent
139913
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. juli
Jól í tónleikinum
141718
Mánadag 27. juni
3-2
141573
Sunnudag 26. juni
Andakt við Róland í Skorini
141518
Leygardag 25. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2022
141491