Máttu lúta ímóti týsku yvirmaktini

13.04.2022 - 20:00
ÍtrótturHondbóltur
Máttu lúta ímóti týsku yvirmaktini
Ein ov opin verja og ein vælspælandi Andreas 'Andy' Wolff í týska málinum vóru størstu orsøkirnar til, at føroyska hondbóltslandsliðið tapti 34-26 fyri Týsklandi í Kiel
Andreas Wolff í týska málinum tók fullkomiliga pippið frá føroysku spælarunum
 

Føroyar taptu við átta málum ímóti Týsklandi í fyrra play-off dystinum í Kiel, og møguleikin at spæla seg til HM-endaspælið næsta ár er helst rokin.

Størsta orsøkin til átta máls munin var stóra málmansstjørnan hjá Týsklandi, Andreas 'Andy' Wolff, sum heili 18 ferðir tók føroysku skotini og lá á einum bjargingarprosenti upp á 41.

Hin orsøkin var kanska, at týskarar sloppu ov lætt til sínar kjansir, og at føroysku málverjarnir tískil høvdu truplar arbeiðsumstøður.

 

Týski úlvurin tók broddin úr føroysku skotunum

Føroyar komu illa frá byrjan, og Andreas Wolff, sum spældi á sínum gamla heimavølli, tók fleiri skot fyrstu løtuna, millum annað frá Helga Hildarsyni Hoydal, sum eisini tók í egnan barm eftir dystin. 

Men Føroyar treiskaðust og funnu so líðandi stevið. Í álopsspælinum gekk lutfalsliga væl at koma til kjansirnar - serliga væl riggaðu innspælingarnar til strikuna - men ov ofta var úlvurin í málinum fyri.

Móti endanum av fyrra hálvleiki dróg Týskland eitt sindur frá, og seks mál vóru ímillum liðini í steðginum. 

 

Verjuspælið haltaði eftir steðgin

Eftir steðgin gekk heldur betur at skjóta mál - serliga Hákun West av Teigum og Leivur Mortensen vóru neyvir av hvør sínum vongi - men 5-1 verjan hjá Føroyum riggaði ongantíð til fulnar. 

Juri Knorr úr Rhein-Neckar Löwen kom inn á vinstra bakk, og Kjartan Johansen, sum mátti spæla nógv í verju, eftir at skaði noyddi Vilhelm Poulsen av vøllinum fyri steðgin, hevði stórar trupulleikar í tvídystunum teirra millum.

Eitt skifti kom munurin upp á 10 mál, men síðstu løtuna meldaði Pauli Jacobsen seg endiliga inn í dystin við nøkrum fínum bjargingum, sum gjørdu, at Føroyar fingu minkað um týsku leiðsluna við skjótálopum. 

 

Kunnu reisa seg, men HM-vónin er burtur

Nakrir hundrað føroyskir áskoðarar vóru á Wunderino Arena. Eins og spælararnir bardust teir ein harðan dyst ímóti týsku yvirmaktini, og sóu føroyska liðið fara av vøllinum við 34-26 tapi.

Føroysku spælararnir vóru vónbrotnir, og ætla sær óivað at spæla ein betri dyst í Havn leygardagin, men teir mugu helst viðurkenna, at vónin um samlaða sigurin og HM-endaspæl hvarv í Kiel. 




Wunderino Arena (HM play-off)
Týskland-Føroyar, 34-26 (17-11)

Føroysku málskjúttarnir: 

Elias Ellefsen á Skipagøtu, 5
Helgi Hildarson Hoydal, 4
Hákun West av Teigum, 4
Kjartan Johansen, 3
Leivur Mortensenm 2
Rókur Akralíð, 2
Tróndur Mikkelsen, 2
Jónas G. Djurhuus, 1
Vilhelm Poulsen, 1
Peter Krogh, 1 
Pauli Mittún, 1
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. juli
Morgunlestur leygardagur 2.juli 2022
141508
Fríggjadag 1. juli
Summarmorgun 01. juli 2022
141705
Fríggjadag 1. juli
Morgunlestur fríggjadagur 1.juli 2022
141507
Hósdag 30. juni
RagnarRokk: Lips um Impact Is Imminent
139913
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. juli
Jól í tónleikinum
141718
Mánadag 27. juni
3-2
141573
Sunnudag 26. juni
Andakt við Róland í Skorini
141518
Leygardag 25. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2022
141491