Fyrsta FM-finalan hjá monnunum seinnapartin

03.04.2022 - 14:57
ÍtrótturHondbóltur
Fyrsta FM-finalan hjá monnunum seinnapartin
Seinnapartin bresta bestu mansliðini í føroyskum hondbólti, H71 og KÍF, saman í fyrstu FM-finaluni teirra millum. Hoyvíkingar hava heimavøll
Steypagleði: H71 er favorittur at leggja FM-steypið afturat sigrinum í steypakappingini
 

H71 tekur ímóti KÍF í fyrstu finaluni um føroyameistaraheitið í hondbólti hjá monnum seinnapartin.

Spælt verður 'best av fimm' so minst tríggir dystir skulu til fyri at avgera kappingina  um FM-heitið.

H71 hevði lætt spæl í hálvfinalunum, har hoyvíkingar longu seinasta vikuskifti tryggjaðu sær finaluplássið eftir tveir stórsigrar á Team Klaksvík.

Hinvegin máttu kollfirðingar stríðast í trimum dystum ímóti VÍF, áðrenn plássið í finaluni varð tryggjað hóskvøldið.

FM-finalan í dag byrjar klokkan 16.00.

Team Klaksvík skrivaði søgu

Team Klaksvík reisti seg eftir laga avrikið í hálvfinalunum, tá klaksvíkingar vunnu bronsuheiðursmerki fyri fyrstu ferð. 

Hetta hendi eftir sera javnan dyst ímóti VÍF, sum mátti avgerast við brotskøstum. Úrslitið var 35-34. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769