Tjúgu føroyskir rógvarar við í Nordic Open

17.03.2022 - 14:12
ÍtrótturKappróður
Tjúgu føroyskir rógvarar við í Nordic Open
Tjúgu føroyskir rógvarar kappast um vikuskiftið um norðurlendsku meistaraheitini í inniróðri
Føst fús: Sarita Kristina Hansen er ein av tjúgu føroyskum rógvarum í Nordic Open
 

Tjúgu føroyskir rógvarar vera við í Nordic Open í inniróðri, sum verður um vikuskiftið, skrivar Róðrarsambandið.

Fleiri av hesum hava í vetur róð í fleiri altjóða kappingum - millum annað bretsku, kanadisku, donsku og skotsku meistaraheitunum - og hava vunnið nógv heiðursmerki.

Í heimsmeistaraheitunum í inniróðri fyri kortum vóru sjey føroyingar við, og tríggir av teimum eru nú HM-vinnarar.   

Luttøkan hjá føroyskum rógvarum í altjóða kappingum er vaksandi, og úrslitini eru sum heild góð. 

Millum tey, sum vera við hesa ferð, eru fleirfaldi heimsmeistarin, Sarita Kristina Hansen, og nýklæktu føroyameistararnir, Kristina Roest og Vár Guriardóttir Hansen (U23). 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. mai
Uttandura guðstænasta
157637
Sunnudag 28. mai
Andakt við Anne Mette Greve Klemensen
157624
Sunnudag 28. mai
Guðstænasta úr kirkjuni á Kirkju
157622
Fríggjadag 26. mai
Veðrið
157582