“Tað kundi verið eg” er ársins føroyska útvarpshitt 2021

“Tað kundi verið eg” er ársins føroyska útvarpshitt 2021
Næmingar á Skúlatrøð í Klaksvík syngja sangin, sum Steintór Rasmussen hevur yrkt.
 
11.03.2022 - 11:42

“Tað kundi verið eg” er valdur til Ársins føroyska útvarpshitt 2021. Tað varð avdúkað í sendingini Góðan morgun Føroyar í morgun.  

Kringvarpið hevur seinastu vikuna ‘spælt føroyskt’, og í hesum sambandi var atkvøðugreiðsla á kvf.fo, og undirtøkan var metstór.  

Í undanumfarinum, sum vardi frá mánamorgun til mikudagin á middegi, kundi atkvøðast millum 65 sangir. Tíggju teir fremstu sangirnir komu síðani víðari í eitt endaumfar, sum endaði í morgun, fríggjamorgunin, kl. 9.  

Tilsamans komu 13.698 atkvøður til sangirnar í kappingini. Av hesum fekk vinnarasangurin, “Tað kundi verið eg”, 2681 atkvøður. Næmingar á Skúlatrøð í Klaksvík syngja sangin, sum Steintór Rasmussen hevur yrkt. Alvin Ellebye hevur tikið upp, spælt og ljóðblandað sangin.  

Á øðrum plássi var sangurin “Named”, sum Maria á Lakjuni syngur, ið fekk 1912 atkvøður. Símun Jóanesarson Hansen hevur skrivað sangin saman við Claas P. Jambor úr Týsklandi og Aaron Lewis úr Onglandi. Hans Poulsen hevur tikið upp og franleitt sangin, ið var temasangurin hjá TeenStreet 2021. Maria Á Lakjuni syngur fyri og Randi Hansen, Bodil Olsen, Ólavur Jóannesarson Hansen, Margretha Højgaard Poulsen, Áron Poulsen, Vár Rajani Færø og Maria á Lakjuni syngja kór.   

Á triðja plássi var sangurin “Náttin var okay”, sum Herborg Torkilsdóttir hevur skrivað og syngur. Sangurin fekk 1734 atkvøður í alt. Tað er Danny Beck úr Manchester í Onglandi, sum hevur framleitt sangin. 

 

Her er atkvøðubýtið millum teir 10 sangirnar í endaumfarinum í prosentum:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373