Føroya Arena fær 25 mió. kr. úr A.P. Møller-grunninum

03.03.2022 - 11:07
AktueltSamfelag
Føroya Arena fær 25 mió. kr. úr A.P. Møller-grunninum
Arbeiðsbólkurin væntar at hava fingið allan partapeningin til stórhøllina í næstum
Arbeiðsbólkurin er komin undir land at savna pening til nýggju stórhøllina við Stórutjørn í Havn.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 

“A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal” hevur játtað upp í 25 milliónir krónur til stórhøllina, Føroya Arena, sum ætlanin er at byggja við Stórutjørn í Havn.

Ein arbeiðsbólkur hevur seinasta hálva árið arbeitt við at savna pengar til verkætlanina, eftir at Tórshavnar býráð í fjør gav tilsøgn um at stuðla stórhøllini við 108,6 milliónum krónum, um tað ber til at savna tilsvarandi upphædd frá øðrum stuðlum.

Arbeiðsbólkurin væntar í næstum at hava fingið allan peningin til vega, og tá verður greitt nærri frá, hvussu víðari skal farast fram í verkætlanini, verður sagt í tíðindaskrivi.

Altjóða tjóðleikavøllur

Stórhøllin skal vera ein altjóða góðkendur tjóðleikavøllur til innandura ítrótt, t.d. hondbólt, flogbólt, fimleik, kurvabólt, stríðsítrótt, borðtennis, tennis, badminton, dans, bogaskjóting og biljard.

Føroya Arena verður eisini karmur um konsertir, ráðstevnur, mentanartiltøk og onnur stór tiltøk, umframt at stórhøllin skal hýsa ymiskum heilsutilboðum. Føroya Arena verður eisini partur av føroysku tilbúgvingini.

Í arbeiðsbólkinum sita Niels Mortensen, Tummas Justinussen og Jón Sigurdsson, sum fóru til verka at savna pengar inn eftir áheitan frá Heðini Mortensen, borgarstjóra.

Dennis Holm og Jógvan Emil Nielsen samskipa arbeiðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769