Sí myndirnar: Borgarar mótmæla kirkjubygging á Argjum

27.01.2022 - 18:27
AktueltSamfelag
Sí myndirnar: Borgarar mótmæla kirkjubygging á Argjum
Staðfestingin av nýggju Argjakirkju við Sandá møtir áhaldandi nógvari mótstøðu frá borgarum í Tórshavnar kommunu, og tað sást aftur á býráðsfundinum í dag
Nógv fólk vóru møtt upp uttanfyri býráðssalin í Havn, fyri at mótmæla ætlanini at byggja nýggja kirkju við Sandá á Argjum
Mynd: Gilli Brend í Hoyvík  
 

"Hugsið tykkum nú um," segði eitt av mótimælisfólkunum við Heðin Mortensen, borgarstjóra, og umboð fyri býráðið, tá tey fóru inn í býráðssalin í Havn seinnapartin.

Sambært skránni skuldi býráðið viðgerð ætlanina um at byggja nýggju kirkju við Sandá á Argjum.

Men málið varð beint í byggi- og býarskipanarnevndina hjá Tórshavnar kommunu. 

 

Myndir: Gilli Brend í Hoyvík

2000 fólk hava undirskrivað mótmæli móti staðfestingini av nýggju Argjakirkju, tí tað verður hildið, at kirkjan skemmar vakra fríøkið við Sandá 

Verkætlanin at byggja nýggja Argjakirkju hevur higartil fingið øll tey neyðugu loyvini, men enn er spakin ikki settur í. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, talar til mótimælisfólkini. 

Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi, hevði fingið málið á skrá til býráðsfundin.

Nógv mótstøða hevur verið móti staðsetingini av nýggju kirkjuni á Argjum frá tí, at tað kom fram í 2012, at hon skuldi liggja við Sandá. 

Allir býráðslimirnir fingu eitt orð við mótmælisfólkini, áðrenn farið varð á fund.

Ruth Vang, forkvinna í og býráðslimur fyri Framsók. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, boðaði á býráðsfundinum frá, at nú broytingar eru gjørdar í tekningunum, eru allir býráðslimir, kirkjuráðið á Argjum og arkitektar hjá kirkjuráðnum innkallað til kunnandi fund um kirkjuna í næstu viku. 

Hann boðaði eisini frá, at skipað verður fyri felags fundi við øll tey 2.000, sum hava skrivað undir mótmæli um at kirkjan verður bygd á fríøkinum við Sandá.

Nógv av teimum, sum eru ímóti byggingini av nýggju kirkjuni á Argjum, vóru møtt til býráðsfundin í dag. 

Elsa Berg úr Tjóðveldi heldur, at tíðin er búgvin hjá Tórshavnar býráði at hugsa øðrvísi, tá tað ræður um staðseting av nýggjum bygningum. 

elsa_1

 

Elsa Berg var ikki heilt nøgd við handfaringina av málinum um staðsetingina av nýggju Argjakirkju. 

 

elsa_2

 

Tróndur Sigurðsson úr Javnaðarflokkinum er formaður í byggi- og býarskipanarnevndini.

Trondur_s

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. oktober
Breddin: Fólkatingsval
145928
Fríggjadag 7. oktober
Góðan morgun Føroyar 07.10.2022
145925
Fríggjadag 7. oktober
Morgunlestur fríggjadagur 7. oktober 2022
145629
Hósdag 6. oktober
LEITISSTEIN 04.10.2022
145913
Hósdag 6. oktober
RagnarRokk 6. oktober 2022
144020
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. oktober
Flóttafólk 1:2
145866
Mikudag 5. oktober
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Sunnudag 2. oktober
Úr savninum: Staksmentan í besta blóma
145663
Sunnudag 2. oktober
Andakt við Høgna Johannesen
145656
Sunnudag 2. oktober
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
145660