Russiskir hermenn á markinum til Ukreina

15.01.2022 - 18:25
Aktuelt
Russiskir hermenn á markinum til Ukreina
Amerikanska stjórnin stúrir fyri, at Russland fyrireikar eina hernaðarliga innrás í Ukreina
Russiski forsetin, Vladimir Putin.
Mynd: Savn.  
 

Amerikanska stjórnin stúrir fyri, at Russland fyrireikar eina hernaðarliga innrás í Ukreina.

Sambært amerikansku fregnartænastuni, er okkurt sum bendir á, at Russland fer at pallseta eitt álop ella eina ukrainska provokatión, sum síðani kann nýtast sum undanførsla hjá russum at gera innrás í Ukreina.

- Vit hava vitan, sum bendir á, at Russland longu nú hevur njósnarar í Ukreina, sum skulu fyreika eina falska ukrainska provokatión. Tað segði Jen Psaki, sum er talskvinna fyri Hvítu Húsini, við altjóða miðlar í dag.

Jen Psaki sigur, at Russland hevur ætlanir um at brúka somu amboð sum í stríðnum um Krim-hálvoynna. Fyri 8 árum síðani tók Russland Krim-hálvoynna, sum var ukreinskt øki.

Sambært russisku stjórnini eru allar ákærurnar mótvegis Russlandi ósannar. 

Úttalilsini eru uttan tyngd og eru ikki váttaði av nøkrum, sigur talsmaður hjá Vladimir Putin forseta við russiska statsmiðilin Tass.

Í løtuni eru umleið 100.000 russiskir hermenn við ukreinska markið. Og tað elvir til stúran í vesturheiminum. 

Men Russland hevur onga ætlan um at leypa á Ukreina. Hermenninir skulu einans verja Russland móti agressivu framferðini hjá NATO, sigur talsmaðurin hjá Vladimir Putin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mai
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
140145
Mikudag 25. mai
LEITISSTEIN 24.04.2022
140144
Mikudag 25. mai
Nón 25. mai 2022
140137
Mikudag 25. mai
Breddin - Fangi hjá Islamskum Stati
140117
Mikudag 25. mai
Góðan morgun Føroyar 25.05.22
140108
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. mai
3-2
140037
Sunnudag 22. mai
Andaktin
139968
Sunnudag 22. mai
Guðstænasta í Elduvíkar kirkju
139969
Hósdag 19. mai
Sært tú meg 2:3
139885
Mánadag 16. mai
3-2
139731