- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danir boykotta vetrarleikirnar

Sambært keldum hjá danska blaðnum Politiken, fer onki alment danskt umboð at luttaka á olympisku vetrarleikunum , sum vera í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing, um fáar vikur.
Við hesum legst Danmark afturat fleiri londum, sum í løtuni diplomatiskt boykotta vetrarleikirnar í Beijing orsakað av kinesiska stýrinum.
Stór lond so sum USA, Bretland, Kanada og Avstralia hava boðað frá, at tey ikki fara at hava nakað alment umboð á vetrarleikinum.
Eitt diplomatiskt boykott er í hesum føri, at politikarar, embætisfólk, kongalig umboð og sendifólk halda seg burtur frá einum tiltaki av politiskum orsøkum.
Avgerðin um diplomatiskt boykott hevur tó onga ávirkan donsku ítróttarfólkini, sum skulu luttaka í vetrarleikunum í Beijing, skrivar Politiken.
Olympisku vetrarleikirnir vera í Beijing 4. til 20. februar.