- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftur smittumet
15.01.2022 - 18:22
Aktuelt
Aftur smittumet
412 koronutilburðir vóru staðfestir í kanningunum frá í gjár

Mynd: Savn
Almennu tølini hjá landslæknanum eru ikki klár enn, men Landslæknaembætið upplýsir fyri Kringvarpinum, at aftur í dag seta vit nýtt smittumet.
Í kanningunum frá í gjár eru funnir 412 smittutilburðir.
4105 kanningar vóru gjørdar - og tað merkir, at positivprosentið er í løtuni á 10.04.
Tað eru 2.207 fólk í sóttarhaldi.
Hvussu nógv fólk eru innløgd, visti Landslæknaembætið ikki.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV