Skuldu gera royndir við el-bussum í Havn

11.01.2022 - 16:17
AktueltPolitikkur
Skuldu gera royndir við el-bussum í Havn
Talan var um at royna ein sonevndan EBN-buss, sum kostaði góðar tríggjar milliónir kr., men ætlanin var av ongum
Ætlanin var, at el-bussurin skuldi roynast á Ringleiðini hjá Bussleiðini í Havn.
 

Upprunaliga var ætlanin,  at Gundurs Bussar, sum røkja Bussleiðina hjá Tórshavnar kommunu, skuldi gera royndir við el-bussum fyri góðum tveimum árum síðani. Men onkursvegna vóru hesar royndir ongantíð gjørdar. 

Umsitingin í kommununi var komin væl áleiðis at kanna, hvussu el-bussar kunnu brúkast í staðin fyri diesel-bussar at røkja Bussleiðina. 

Tað sæst í fundarfrágreiðingini hjá býráðnum. Onkrastaðnni millum 2018 og 10. september 2019 var umsitingin í sambandi við Gundurs Bussar um at royndarkoyra ein el-buss. 

Og onkutíð eftir 10. september 2019 hevði umsitingin samband við umboð fyri Gundurs Bussar um at leingja sáttmálan.

Tað, sum hevði týdning í hesum sambandi, var at fáa møguleika at fáa ein el-buss at koyra á Ringleiðini/leið 5. Játtandi svar var longu tá komið frá Sp/f Gundurs Bussum. 

Sp/f Gundurs Bussar hevði longu tá kannað, hvørjir el-bussar vóru á marknaðinum.

3,1 mió. kr.

Ein bussur, sum hóskar væl inn í býarmyndina í Havn, var ein sokallaður EBN-bussur, sum var av sama slagi sum núverandi SOR býarbussarnir. Støddin er 9,5 metrar, og prísurin fyri ein tílíkan nýggjan el-buss er kr. 3,1 milliónir kr.

Men onkursvegna var hendan ætlanin av ongum.

Gundur Johannesen, stjóri og eigari av Gundurs Bussum, gjørdist sjúkur og seldi Gundurs Bussar til felagið hjá Heðini Zachariasen, HZ bussar, í 2020.

Heðin Zachariasen kennist ikki við avtaluna, tá hann verður spurdur. 

Jákup Dam, býráðslimur og limur í teknisku nevnd, sigur, at eingin el-bussur hevur royndarkoyrt Bussleiðina enn. Hann veit ikki, hvat bleiv av ætlanini, og hevur spurt umsitingina um málið.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. desember
Góðan morgun Føroyar 06.12.2023
166996
Mikudag 6. desember
Morgunlestur mikudagur 6. desember 2023
166847
Týsdag 5. desember
LEITISSTEIN 05.12.2023 (Shane MacGowan)
166987
Týsdag 5. desember
Kulfaktor Føroya, Nólsoy (3:7)
166952
Týsdag 5. desember
Breddin: Burðartalið
166941
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. desember
Veðrið
166965
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815