53 fleiri fólk í Nes kommunu

04.01.2022 - 15:24
AktueltSamfelag
53 fleiri fólk í Nes kommunu
Kommunan fekk eisini meira í skatti enn væntað í fjør
Á nýggjárinum búði 1452 fólk í Nes kommunu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Fólkatalið í Nes kommunu vaks 53 fólk í fjør. Vøksturin er 3,8 prosent.

31. desember 2021 búðu 1452 fólk í Nes kommunu.

Kommunan hevur eisini fingið væl meira inn í skatti enn væntað varð, tá ið fíggjarætlani fyri 2021 varð løgd.

Kommunan hevur fingið 54,8 milliónir krónur í skatti. Tað eru 3,8 milliónir krónur meira enn væntað.

Tað svarar til 7,4 prosent, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Andaktin
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470
Týsdag 21. mars
Vísindavøka 2022
154454