Prístalsjavnið kringvarpsgjaldið

Um KVFBloggur
Prístalsjavnið kringvarpsgjaldið
At kringvarpsgjaldið ikki verður prístalsjavnað, eins og alt annað í samfelagnum, hevur í veruleikanum við sær sparingar á hvørjum ári
 

Kringvarpsgjaldið er altavgerandi inntøkan hjá Kringvarpinum, og við hækkandi lønum og hækkandi prísum yvirhøvur er skjótt at síggja, at tað fer at sansa at hjá Kringvarpinum, sum tí áhaldandi noyðist at fremja sparingar. Eg varð tí fegin at síggja fylgiskjalið til ólavsøkurøðu løgmans. Tí har stóð, at samgongan fór at prístalsjavna kringvarpsgjaldið.

Nú fíggjarlógaruppskotið verður viðgjørt í tinginum, sæst tó, at prístalsjavningin er dottin burtur. Vit hava javnan gjørt vart við trupulleikan, millum annað á fundi í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum í mai í ár. Á tí fundinum vórðu landsstýrismaðurin og embætisfólk í UMMR kunnað um, at inntøkurnar av kringvarpsgjaldinum vaksa seinni enn lønarútreiðslur og aðrar útreiðslur hjá stovninum.

Eitt skjal varð lagt fram, sum m.a. vísti, at um kringvarpsgjaldið hevði verðið javnað við tveimum prosentum um árið síðani 2016, hevði hetta merkt eina meirinntøku á umleið 5 milliónir krónur í 2021.

Umboð fyri Kringvarpið vóru á fundi við fíggjarnevndina 23. november og løgdu fram fíggjarútlitini hjá Kringvarpinum. Eg havi eisini sjálv, eftir at fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram, tosað við limirnar í fíggjarnevndini og greitt teimum frá, hvussu týdningarmikið – og púra rímiligt – tað er, at kringvarpsgjaldið verður prístalsjavnað, eins og alt annað her í landinum.

Kringvarpsgjaldarar millum 24-66 ár gjalda 150 krónur um mánaðin. Hálvtannaðhundrað krónur! 

Til samanberingar kann eg nevna, at hetta er tað sama, sum tað kostar at koyra aftur og fram gjøgnum Eysturoyartunnilin EINA FERÐ.

Pensionistar gjalda 50 krónur um mánaðin.

Fyri hesa – í okkara verð sera lítlu – upphædd fáa hyggjarar og lurtarar sera nógvar og dygdargóðar sendingar um árið. Til dømis: 

  • 3200 tíðindasendingar í útvarpinum
  • 200 Dagar og Vikur
  • 250 Góðan morgun Føroyar
  • 120 Breddar
  • 280 barnasendingar í útvarpi
  • 760 barnasendingar í sjónvarpi
  • 80 ungdómssendingar
  • 50 Tórðar á Túri
  • 50 Credo
  • 300 morgunlestrar

Og mangt, mangt annað.

Vit hava ongantíð havt størri tørv á einum sterkum, óheftum kringvarpi. Neyðugt er við álítandi og óheftum tíðindaflutningi. Og børn og ungdómar okkara hava uppiborið at síggja og hoyra dygdargott tilfar á føroyskum máli.

Eg skal við hesum gera vart við, at verður kringvarpsgjaldið ikki prístalsjavnað, fer tað at raka sera meint.

Meðan allir aðrir almennir stovnar prístalsjavna sínar lønarútreiðslur, stendur inntøkan hjá Kringvarpinum í stað, samstundis sum útreiðslurnar hækka.

Eg ivist ikki í, at tingfólk framhaldandi vilja hava eitt kringvarp, har mentan og tíðindaflutningur fáa bestu sømdir.

Eg fari tí at heita á tingfólk um at fáa prístalsjavningina av kringvarpsgjaldinum aftur í fíggjarlógaruppskotið, soleiðis sum løgmaður boðaði frá á ólavsøku – alt annað er at týna Kringvarpið. 

Elin S. Winther Poulsen, 
Forkvinna í stýrinum fyri Kringvarp Føroya

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mai
Nón 27. mai 2022
140205
Fríggjadag 27. mai
Grønt orkuskifti og kvinnur í politikki
140184
Fríggjadag 27. mai
Góðan morgun Føroyar 27.05.2022
140183
Fríggjadag 27. mai
Morgunlestur fríggjadagur 27.mai 2022
139981
Hósdag 26. mai
RagnarRokk 26.mai 2022
139459
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mai
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
140163
Hósdag 26. mai
Sært tú meg 3:3
140155
Hósdag 26. mai
Andakt við Emil Olsen
140162
Mánadag 23. mai
3-2
140037
Sunnudag 22. mai
Andakt við Andriasi Magnussen
139968

Um kvf css