Ruth Vang: Framsókn er bara áhugað at tosa um nýggja samgongu

21.12.2021 - 11:41
AktueltPolitikkur
Ruth Vang: Framsókn er bara áhugað at tosa um nýggja samgongu
Løgmaður skal rudda borðið og gera eina nýggja samgongu, um Framsókn skal lokkast til at tosa um at fara upp í eina samgongu, sigur forkvinnan
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, er sinnað at taka telefonina, um løgmaður ringir og hevur hug at stovna eina nýggja samgongu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Um núverandi samgonga slitnar í næstum, er tað ósannlíkt, at Framsókn traðkar til.

"Tað kemur einans upp á tal, um løgmaður ruddar borðið fyri eini nýggjari samgongu," sigur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn.
 

1497911


Ósemja og ruðuleiki hevur valdað í samgonguni, síðani Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum atkvøddu fyri uppskotunum um sammøður við 2. viðgerð í farnu viku.

Tá uppskotini vóru samtykt við 3. viðgerð í gjár, vóru gitingar um samgonguslit og nýval.

Aksel og Høgni vilja hava nýval

"Nýval er einasta loysnin," søgdu formenninir í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi í Degi og Viku í gjárkvøldið.

Teir eru ikki áhugaðir í at hjálpa sitandi samgonguflokkum.
 

hogni_og_aksel


Ruth Vang er ikki líka bersøgin sum hinir andstøðuformenninir.

Ringir løgmaður í morgin, so tekur hon telefonina og er sinnað at lurta. 
 

ruth_vang_

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. januar
Meg Minnist - Karin Brattaberg (2:4)
151082
Sunnudag 29. januar
Bolero
151635
Sunnudag 29. januar
Guðstænasta í Glyvra kirkju
151633
Sunnudag 29. januar
Credo :"Pápi var dupultagentur".
151552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. januar
Andakt við Peter Fleetwood
151642
Sunnudag 29. januar
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
151640
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430