Inger Støjberg fær dóm í dag

13.12.2021 - 10:42
Aktuelt112
Inger Støjberg fær dóm í dag
Fyrrverandi integrasjónsmálaráðharrin sigur, at hon angrar einki
Inger Støjberg í ríkisrættinum. Hetta er sættu ferð, at ríkisrættarmál er í Danmark.
Mynd: RitzauScanpix  
 

Á middegi fellur dómur í ríkisrættarmálinum ímóti Inger Støjberg, fyrrverandi integrasjónsráðharra í Danmark. 

Hon er ákærd fyri at hava brotið lógina um ráðharraábyrgd, tí hon hevur skilt flóttafólk, ið vóru pør, sundur, tí annar parturin var yngri enn tað, sum lógin ásetur. Talan var um 23 pør. 

Ákærarnir krevja í minsta lagi fýra mánaðar fongsulsrevsing. 

Verjarnir hjá Inger Støjberg krevja frídøming. 

Ein meiriluti av teimum 26 dómarunum í ríkisrættium skulu vera fyri, um Inger Støjberg skal verða dømd. Inger Støjberg sigur sjálv undan dóminum, at hon angrar einki í sambandi við málið. 

Hans Engell, politiskur viðmerkjari hjá TV2, sigur, at hann hevur tosað við nógvar løgfrøðingar um málið, og tað er ilt at meta um, hvat dómurin verður. 

Hetta er sættu ferð, at eitt ríkisrættarmálið verður roynt í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. mars
Bolero 26 mars 2023
154690
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154687
Sunnudag 26. mars
Rokk og ró
154685
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470