Landsgrannskoðarin: Landsroknskapurin er ófullfíggjaður

30.11.2021 - 09:36
AktueltPengar
Landsgrannskoðarin: Landsroknskapurin er ófullfíggjaður
Løgtingsgrannskoðararnir hava nógvar viðmerkingar um landsroknskapin fyri 2020 í uppskotinum til samtyktar um at góðkenna hann, sum kemur fyri í løgtinginum í dag
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Løgtingið fer í dag at atkvøða um landsroknskapin fyri 2020. 

Løgtingsgrannskoðararnir hava nógvar viðmerkingar um landsroknskapin í uppskotinum til samtyktar um at góðkenna hann.

Løgtingsgrannskoðararnir leggja serligan dent á, at landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður, millum annað tí, at nakrir stovnar og grunnar eru ikki við í fíggjarlógini, landsroknskapinum ella í fíggjarstøðuni, og at tølini í nógvum roknskapum samsvara ikki við landsroknskapin.

 

TAKS manglar innaneftirlit

Løgtingsgrannskoðararnir vísa á, at innaneftirlitið hjá TAKS á nøkrum økjum er ikki nøktandi, millum annað í sambandi við  lønarhæddaravgjald, loyvisgjald á alivinnu og Barsilsskipanina.

Strandferðslan er farin í holt við eina KT-skipan uttan greiða kostnaðarætlan, uttan at bjóða skipanina út og uttan at gera skrivliga avtalu við veitaran.

Løgtingsgrannskoðararnir vísa eisini á, at fíggjarstýringin av útbyggingini av Landssjúkrahúsinum hevur ikki verið nøktandi, og at landsgrannskoðarin enn einaferð tekur fyrivarni í roknskapinum fyri serviðgerð uttanlands.

Tingfundurin í dag er kl.13.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750