Kabilanetið enn virkið í Føroyum umvegis felagið Sandá

bannari
30.11.2021 - 12:34
AktueltVinna
Kabilanetið enn virkið í Føroyum umvegis felagið Sandá
Virksemið hjá Kabilanetinum í Føroyum varð lagt í eitt nýtt felag, Sandá, tá føroysku bankarnir herdu krøvini. Sandá er enn virkið
Virksemið hjá Kabilanetinum heldur fram í Føroyum í felagnum Sandá, ið hevur sama bústað, sum tey gomlu feløgini í Kabilanetinum
Mynd: Jógvan Eli Dam  
 

Skjøl úr Congo Hold-Up-lekanum vísa, at í 2019 var virksemi hjá Kabilanetinum í Føroyum lagt í eitt nýtt felag.

Tað var lagt í smápartafelagið Sandá, sum Shipping.fo eigur, og har Jónas Sigmarsson er stjóri.

Meðan føroysku feløgini hjá Kabilanetinum eru undir avtøku í dag, er smápartafelagið Sandá framvegis virkið.

Bankarnir herdu krøvini

Shipping.fo skrivar í viðmerking, sum er send Kringvarpinum, at hóast nevndu broytingar, so hevur All Oceans Logistics valt at varðveita Shipping.fo sum tænastuveitara.

Umframt tað, er Shipping.fo eisini tænastiveitari til eitt annað skip í flotanum hjá Wan-familjuni, tað er marglætisskipið Enigma XK.

Orsøkin til, at Sandá var stovnað, er sambært Shipping.fo, at bankarnir í 2019 herdu krøvini til kundarnar eftir meginregluni “kenn tín kunda”.

Tí vilja bankarnir ikki játta útlendskum kundum føroyskar kontur, um teir ikki kenna kundan. 

- Hetta var ein avbjóðing fyri bæði útlendskar kundar og okkum, sum veita útlendskum kundum tænastur, sigur Shipping.fo.

Flutti yvir í Betri Banka

Virksemið mótvegis útlendskum kundum, sum bankarnir ikki kenna, og sum tískil ikki hava sjálvstøðugar føroyskar kontur, var umskipað og lagt í eitt felag fyri seg.

Hetta felagið flytur milum annað hýrur umvegis føroysku A-skattaskipanina, sigur Shipping.fo.

Shipping.fo sigur, at herdu krøvini hjá bankunum var orsøkin til, at virksemið var lagt smápartafelagið Sandá, har Jónas Sigmarsson er stjóri.

Skjøl úr Congo Hold-Up vísa eisini, at Sandá stovnaði kontur í Betri Banka, og at virksemið hjá Kabilanetinum frameftir skuldi vera gjøgnum Betri Banka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750