Semingsstovnurin boðsendur

29.11.2021 - 18:25
AktueltPolitikkur
Semingsstovnurin boðsendur
Sáttmálasamráðingarnar millum Starvsfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin, eru slitnaðar, og boð eru send eftir semingsstovninum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hevur onga viðmerking, men vísur til tíðindaskrivið, sum felagið hevur sent út.

Sambært tíðindaskrivinum, bar einki til, tá ið lønarkarmurin skuldi avtalast. Felagið undrast á, at arbeiðsgavararnir kasta frá sær nú, tí tá avtornaði var tað sera lítið, sum skilti partarnar. Felagið harmast um, at partarnir ikki kunnu finna semju um lønarspurningin í frælsum samráðingum.

Semingsstovnurin hittir partarnar í morgin og í ovurmorgin, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, við útvarpið í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. mai
Uttandura guðstænasta
157637
Sunnudag 28. mai
Andakt við Anne Mette Greve Klemensen
157624
Sunnudag 28. mai
Guðstænasta úr kirkjuni á Kirkju
157622
Fríggjadag 26. mai
Veðrið
157582