Nýggja kirkjan á Argjum kostar slakar 56 mió. kr.

29.11.2021 - 09:32
AktueltPengar
Nýggja kirkjan á Argjum kostar slakar 56 mió. kr.
Kravdi eginpeningurin er góðar 18,6 milliónir krónur, og pengarnar hevur kirkjuráðið væl og virðiliga, tí eginpeningurin er góðar 22,4 milliónir.
 

Nýggja kirkjan á Argjum kostar slakar 56 mió. kr.

Kravdi eginpeningurin er góðar 18,6 milliónir krónur, og pengarnar hevur kirkjuráðið væl og virðiliga, tí eginpeningurin er góðar 22,4 milliónir.

Hetta hevur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá Argja kirkjuráði.

 

5,7 mió. kr. fyri gomlu kirkjuna

Við í eginpeninginum er gamla kirkjan á Argjum, sum er mett at vera 5,8 mió. kr. verd.

Og stykkið, sum hon stendur á, er virðismett til 1,4 mió. kr.

Ein játtan frá Tórshavnar kommunu er eisini við, - hon er fimm milliónir.

 

Nógv mótstøða

Nógv mótstøða er eisini móti byggingini av nýggju kirkjuni, sum skal staðsetast við Sandá.

Yvir 1200 fólk eru limir í Facebook-bólkinum "Varðveitið fríøkið við Sandá", og fleiri enn 1300 fólk hava undirskrivað mótmælisskriv í sambandi við staðsetingina av nýggju kirkjuni á Argjum.

Urd Johannesen hevur tikið stig til at savna saman undirskriftir fyri at mótmæla staðsetingini av nýggju kirkjuni.

- Vit eru ótrúliga nógv, sum dagliga fegnast um hetta staðið, og sum gagnnýta økið hvønn dag. Hetta er eitt petti av haga, sum liggur mitt á Argjum við fantastiskum, flottum klettum. Her eru fleiri enn 70 ymisk sløg av plantum. Á allan hátt er hetta eitt øki, sum er vert at varðveita, soleiðis sum Várharra hevur skapt tað, sigur Urd Johannesen.

 

Kirkjan passar væl inn í lendið

Andrass Holm Arge er næstformaður í kirkjuráðnum á Argjum. Ráðið tekur undir við ætlanini hjá Tórshavnar kommunu at byggja nýggju kirkjuna á fríøkið við Sandá:

- Mótmælini, sum hava verið líka síðani 2010, hava fingið drúgva viðgerð í yvirfriðingarnevndini. Yvirfriðingarnevndin hevur staðfest tann 26. oktober í ár, at hvørki staðsetingin ella útsjóndin av bygninginum virkar skemmandi upp á økið, sigur Andrass Holm Arge, og vísir á, at bygningurin verður hegnisliga lagdur inn í lendið:

- Mann sær væl á staðsetingini á tekningini, at tað liggur soleiðis fyri, at allar gøtur og umhvørvið annars er varðveitt, og tað verður eitt satt prýði fyri økið at fáa ein vakran bygning, sum kemur at liggja her í økinum, sigur Andrass Holm Arge.

>>Góðan morgun Føroyar var og tosaði við Urd Johannesen og Andrass Holm Arge við Sandá herfyri.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. oktober
Breddin: Fólkatingsval
145928
Fríggjadag 7. oktober
Góðan morgun Føroyar 07.10.2022
145925
Fríggjadag 7. oktober
Morgunlestur fríggjadagur 7. oktober 2022
145629
Hósdag 6. oktober
LEITISSTEIN 04.10.2022
145913
Hósdag 6. oktober
RagnarRokk 6. oktober 2022
144020
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. oktober
Flóttafólk 1:2
145866
Mikudag 5. oktober
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Sunnudag 2. oktober
Úr savninum: Staksmentan í besta blóma
145663
Sunnudag 2. oktober
Andakt við Høgna Johannesen
145656
Sunnudag 2. oktober
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
145660