Krevja Støjberg í fongsul í fýra mánaðir

25.11.2021 - 09:01
AktueltÚtheimurin
Krevja Støjberg í fongsul í fýra mánaðir
Ákærarnir í ríkisrættarmálinum siga, at fyrrverandi ráðharrin hevur brotið lógina um ráðharraábyrgd
Í dag fara verjarnir at royna at sannføra ríkisrættin um, at Inger Støjberg skal verða frídømd.
Mynd: RitzauScanpix  
 

Fyrrverandi danski ráðharrin, Inger Støjberg, eigur at  verða dømd í minsta lagi fýra mánáða fongsulsrevsing fyri brot á lógina um ráðharraábyrgd.

Tað var kravið frá ákæranum, Anne Birgitte Gammeljord, tá dómsviðgerðin í málinum byrjaði í gjár, skrivar DR.

Áklærarnir, sum eru fleiri, leggja dent á, at fyrrverandi ráðharrin hevur brotið lógina um ráðharraábyrgd. Tað merktu ikki bert fólkini sjálv, men eisini børnini hjá teimum, løgdu ákærarnir dent á.

Inger Støjberg er ákærd fyri at hava skilt flóttafólk, sum vóru pør, sundur, tí annar parturin var yngri enn tað, sum donsk lóg ásetur.

Í einum ríkisrætti kunnu fólk annaðhvørt dømast dagbøtur, ella fongsul upp til tvey ár.

Í dag havaverjarnir hjá Inger Støjberg sína dómsviðgerð, teir fara at royna at sannføra ríkisrættin um, at hon skal frídømast.

Væntandi fellur dómur í ríkisrættarmálinum ímóti Inger Støjberg um hálvan desember.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. mars
Bolero 26 mars 2023
154690
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154687
Sunnudag 26. mars
Rokk og ró
154685
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470