Dómsviðgerðin í ríkisrættarmálinum útsett

22.11.2021 - 10:12
AktueltTøkni
Dómsviðgerðin í ríkisrættarmálinum útsett
Higartil hava verið 29 rættarfundir í ríkisrættarmálinum móti Inger Støjberg
Dómsviðgerðin í ríkisrættarmálinum móti Inger Støjberg, fyrrverandi ráðharra, er útsett fyribils.
Mynd: RitzauScanpix  
 

Dómsviðgerðin í ríkisrættarmálinum móti fyrrverandi danska ráðharranum í innflytaramálum, Inger Støjberg, er útsett, tí ein dómari er sjúkur.

Sostatt er fyrsti dagur, har dómsviðgerð var á skránni, útsettur.

Eisini rættarfundurin í morgin er útsettur, og málið verður tikið uppaftur mikudagin.

Ákæruvaldið hevur reist sak móti Inger Støjberg, og higartil hava 29 rættarfundir verið.

Støjberg var ráðharri í frá 2015 til 2019. 

Hon er ríkisrættinum fyri at hava givið ólóglig boð um at skilja pør, sum søktu um friðskjól, sundur, um ein ella bæði vóru ómyndug.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. mars
Bolero 26 mars 2023
154690
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154687
Sunnudag 26. mars
Rokk og ró
154685
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470