Føroyskur amboðsfimleikari til HM í Japan

15.09.2021 - 07:32
ÍtrótturFimleikur
Føroyskur amboðsfimleikari til HM í Japan
Rani Allansson Dalsgarð er tikin út til danska landsliðið í amboðsfimleiki, sum fer til heimsmeistarakappingina í Kitakyushu í Japan í oktober
Rani Allansson Dalsgarð skal umboða Danmark til HM í Japan
 

Rani Allansson Dalsgarð er ein av bert trimum fimleikarum, sum er úttikin til danska landsliðið, sum skal kappast í heimsmeistarakappingini í Japan í oktober.

Camille Lund Rasmussen og Freja Lysell Petersen, báðar úr danska felagnum, KG66, eru tiknar út saman við føroyska fimleikaranum.

Fimleikarin úr Havnar Fimleikafelag er mentur við rúkandi ferð seinastu árini, og fegnast um, at hann fær løn fyri stríðið.

 - Hetta hevur nógv at siga, tí tey málini, sum eg og venjarin settu áðrenn koronu, eru rokkin, og nú er tíð at seta nýggj, størri mál, sigur Rani Allansson Dalsgarð.

Fimleikarin, sum er serliga sterkur á gólvinum, hevur síðstu tvey árini lagt nógva orku í fimleikin. Hann hevur vant eini 25 tímar um vikuna, og hevur staðið seg væl í kappingum í Danmark og aðrastaðni. 

 - Sum tað sær út í løtuni, eri eg hin einasti manligi fimleikarin, sum er úttikin at umboða Danmark, og tí eisini tann, sum tey meta, kann fáa tað besta úrslitið, sigur Rani Allansson Dalsgarð.

Hann hevur fyrr sagt, at lítið restar í fyri at teljast millum teir bestu í heiminum í ávísum greinum, og hann hevur eisini sett sær høg mál undan heimsmeistarakappingini, sum verður í Kitakyushu í Japan 18. til 24. oktober.

 - Um tú hyggur at úrslitunum frá seinasta HM, er tað ikki órealistiskt at seta sær málið um topp-20 á gólvinum, har tað seinast vóru góðir 200 luttakarar, sigur Rani Allansson Dalsgarð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. juli
Morgunlestur fríggjadagur 1.juli 2022
141507
Hósdag 30. juni
RagnarRokk: Lips um Impact Is Imminent
139913
Hósdag 30. juni
Summarmorgun 300622
141667
Hósdag 30. juni
Morgunlestur hósdagur 30.juni 2022
141506
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. juni
3-2
141573
Sunnudag 26. juni
Andakt við Róland í Skorini
141518
Leygardag 25. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2022
141491
Leygardag 25. juni
Video: 10mf, jóansøka 2022
141489