Inger Støjberg verður avhoyrd í dag

13.09.2021 - 09:27
AktueltÚtheimurin
Inger Støjberg verður avhoyrd í dag
Ríkisrættarmálið hevur nú vart í fýra dagar, og higartil er drúgva ákæruritið lisið upp
Inger Støjberg hevur sagt fleiri ferðir, at hon væntar at verða fríkend í ríkisrættinum.
 

Fyrrverandi danski ráðharrin í útlendingamálum, Inger Støjberg, skal í dag avhoyrast í ríkisrættinum.

Ákærin vil hava at vita frá henni, hví hon valdi at skilja eitt par sundur, sum hevði søkt um uppihaldsloyvi. Annað av teimum var undir 18 ár.

Ríkisrættarmálið hevur nú vart í fýra dagar, og higartil er drúgva ákæruritið lisið upp.

Væntar at verða fríkend

Í dag skal fyrrverandi ráðharrin avhoyrast. Í ríkisrættinum eru 26 dómarar og tveir ákærar.

Nógv tíðindafólk fylgja eisini rættarmálinum, sum er í Eightveds Pakkhúsinum í Keypmannahavn.

Inger Støjberg hevur sagt, at hon kennir seg sannførda um, at hon verður fríkend.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. mars
Bolero 26 mars 2023
154690
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154687
Sunnudag 26. mars
Rokk og ró
154685
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470