Danmark er í OL-hálvfinaluni

03.08.2021 - 10:35
ÍtrótturHondbóltur
Danmark er í OL-hálvfinaluni
Danska hondbóltslandsliðið við monnum hevur spælt seg í OL-hálvfinaluna við einum sannførandi 31-25 sigri á Noregi
 

Jóhan á Plógv Hansen er komin í OL-hálvfinaluna saman við danska hondbóltslandsliðnum. 

Hetta hendi, tá Danmark vann sera sannførand 31-25 móti sterka norska landsliðnum. 

Fyrri hálvleikur var sera javnur og endaði við, at Danmark var framman fyri við einum máli, 13-12.

Danmark var tó greitt oman á í seinna hálvleiki, og legði seg fram um við fýra málum, sum Danmark helt til  

Og serliga ein leikari hjá dønum skaraði framúr í seinnna hálvleiki, málverjin Niklas Landin. Ferð eftir ferð bjargaði Landin, tá norsku leikararnir høvdu frítt skot. 

Danir vóru oman á allan hálvleikin, men norðmenn kempaðu alt tað, teir vóru mentir at fylgja við dønum. 

Men tá avtornaði vann Danmark 31 - 25. 

Danskir toppskjúttar vórðu Jacob Holm og Mikkel Hansen, ið skoraðu hvør síni átta mál. 

Jóhan á Plógv Hansen sat á bonkinum alla fjórðingsfinaluna. 

Danmark skal spæla móti Spania í hálvfinaluni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. desember
Bolero - 10. desember 2023
167205
Sunnudag 10. desember
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
167195
Leygardag 9. desember
Jambalaja - R.I.P. Shane MacGowan
167180
Leygardag 9. desember
Upp á tá 081223
167178
Leygardag 9. desember
Vikan 9. desember 20223
167175
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. desember
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
167193
Fríggjadag 8. desember
Veðrið
167147
Hósdag 7. desember
Sært tú meg? (4:4)
167093