Trilvandi Danmark snávaði móti Svøríki

Trilvandi Danmark snávaði móti Svøríki
Danska hondbóltslandsliðið spældi ein ringan dyst í seinasta dystinum í OL-bólkaspælinum móti Svøríki. Danmark endar nummar eitt í bólkinum, hóast tapið
Tað gekk ikki heilt, sum danir høvdu ætlað, tá hondbóltslandsliðið tapti móti Svøríki í síðsta dystinum í bólkaspælinum
Mynd: DR.DK  
 
01.08.2021 - 14:59

Jóhan á Plógv Hansen spældi allan dystin, tá Danmark spældi síðsta dystin í innleiðandi bólkaspælinum móti grannunum í Svøríki. 

Føroyski høgri vongurin hevði ein hampiligan góðan dag, men brendi tvey skot frá vonginum.

Men tá hann varð settur at skjóta brotskøst, tí Mikkel Hansen, ið spældi eina sjáldsama ringan dyst, brendi tvey brotskøst móti dugnaliga svenska málverjanum, Andreas Palicka, var Jóhan á Plógv Hansen sera tryggur.

Tríggjar ferðir fekk hann møguleikan frá sjey metrunum, og tríggjar ferðir lá bólturin í málinum. 

Spældu illa

Mikkel Hansen var ikki tann einasti danski leikari, ið spældi ein ringan dyst. 

Yvirhøvur spældu donsku spælararnir uttan orku, og serliga verjan, ið plagar at vera so sterk, stóð illa. 

Og tá málverjarnir Niklas Landin og Kevin Møller heldur ikki bjargaðu nøkrum nevniverdum, so var torført hjá dønum at fylgja við kviku sviunum. 

Mathias Gidsel var einasti spælarin á danska liðnum, ið kundi vera nøgdur við sítt avrik. Gidsel, ið gjørdist danskur toppskorari, helt næstan einsamallur Danmark inn í dystinum. 

Eitt skifti var Svøríki seks mál frammanfyri, ið hevði merkt, at Danmark fór at enda nummar trý í bólkinum. 


Trupult frá veingjunum

Donsku veingirnir høvdu tað trupult móti sterku svensku málverjunum, Andreas Palicka og  Mikael Aggerfors, og brendu nógv. Og har var Jóhan á Plógv Hansen einki undantak. 

Og hvørja ferð Danmark byrjaði at nærkast Svøríki, so settu sviar ferð á og stungu avstað aftur. 

Mads Mensah, ið plagar at roynast Danmark hollur, tá ið tað stendur á, hevði eisini ein truplan dag og brendi nógv. 

 

Ørkymlaður venjari

"Det er nu Mikkel, for ..." rópti ein ørkymlaður  Nikolaj Jacobsen, venjari, tá Mikkel Hansen fór inn móti verjuni, men valdi ikki at skjóta. 

Einki av tí, ið Nikolaj Jacobsen royndi, tóktist rigga og gera tann munin, sum hann gjarna vildi.

Hann royndi at koyra við sjey monnum í álopunum, men tá upplagdir málmøguleikar vórðu brendir, gjørdu sviar skjótt av og skoraðu í tóma danska málið. 

 

Fjórðingsfinalu móti Noregi

Danski landsliðsvenjarin royndi at niðurspæla ringa úrsltið eftir dystin. 

"Vit fingu tað úrslitið, ið vit skulu brúka, fyri at enda nummar eitt í bólkinum. Men vit standa illa í verjuni, og vit spæla uttan orku, so hetta var als ikki nóg gott," staðfesti Nikolaj Jacobsen. 

"Eg eri mest harmur um, at vit ikki spæla við meira orku og mangla tey síðstu prosentini í dag."

Við stríð og strev fekk Danmark kempað seg til eitt 33-30 tap. 

Úrslitið merkir, at Danmark skal spæla móti grannunum úr Noregi í fjórðingsfinaluni. 

"Tað verður ein trupul dystur, tí Noreg er eitt av londunum, ið mann roknar við fær eitt heiðursmerki heim við," staðfesti Nikoalj Jacobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. desember
Góðan morgun Føroyar
184826
Sunnudag 8. desember
Bolero 8. desember
184844
Sunnudag 8. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
184795
Leygardag 7. desember
Plátupanelið #023 (Jólaplátur)
184782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. desember
Andakt við Tummasi Jacobsen
184812
Sunnudag 8. desember
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
184793
Leygardag 7. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184787
Fríggjadag 6. desember
Veðrið
184758
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615