Sverri Sandberg Nielsen róði seg sannførandi í fjórðingsfinaluna

23.07.2021 - 01:02
ÍtrótturKappróður
Sverri Sandberg Nielsen róði seg sannførandi í fjórðingsfinaluna
Føroyski OL-rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, vant burtur úr mótstøðuni, tá hann róði seg í OL-fjórðingsfinaluna í Japan
Sverri Sandberg Nielsen fekk bát sín, ið er málaður við litum Merkisins, nærmast at flúgva eftir vatninum
Mynd: Eurosport 1  
 

Tað var háspenningur í luftini, tá stóri dreymurin hjá Sverra Sandberg Nielsen úr Miðvági, gekk út. 

Klokkan 00:50, ella tíggju minuttir í eitt, tók hann síni fyrstu OL-tøk í Japan. 

Um tað vóru nervar, er ilt at siga, men starturin var ikki tann besti hjá Sverra. 

Men eftir nøkur tøk, so var hann komin á lagið, og so fleyg bátur hansara nærmast á vatninum. 

 

Fekk mótstøðu

Treyðugt so, fekk Sverri Sandberg Nielsen eitt sindur av mótstøðu, í mun til sínar argastu kappingarneytar, ið høvdu lættari riðlar (heat). 

Italiumaðurin Gennaro Di Mauro beit eitt sindur frá sær fyrstu 1000 metrarnar, og hann var faktiskt frammanfyri, tá farið varð um 1000 metrar merkið. 

Tá sást Sverri Sandberg Nielsen hyggja yvir sína høgru øksl, og enn einaferð tóktist báturin flúgva oman á vatninum, og við 1500 metra merkið, var Sverri Sandberg Nielsen seks sekund framman fyri italiumannin. 

 

Ikki tann besti róðurin

Danski viðmerkjarin hjá Eurosport 1, sum vísti rógvingina, helt, at róðurin hjá Sverra Sandberg Nielsen kanska hevði verið eitt sindur trilvandi, sum var væl skilligt, tí hetta er fyrsta OL-luttøkan hjá Sverra. 

Viðmerkjarin helt tó eisini, at tað var fínt, tí so er eingin vandi fyri, at Sverri Sandberg Nielsen slappar ov nógv av, so hann dovnar. Har er nakað at arbeiða við. 

Hinvegin, var starturin so mikið vánaligur, at tað er ikki ráð at koma so illa frá byrjan, tá mótstøðan harðnar, helt viðmerkjarin. 

Flott OL-debut av sterka miðvinginum, ið danir vænta hevur møguleika at vinna OL-gull. 

Tíðin hjá Sverra Sandberg Nielsen var 07:02.88. Hansara argastu kappingarneytar um OL-gullið, norðmaðurin Kjetil Borch róði sín riðil (heat) upp á 06:54.46, meðan týskarin Oliver Zeidler róði 07:00.40. 

Sverri Sandberg Nielsen var lítillátin eftir fyrsta OL-róðurin, sigur Heðin Arge, ítróttarjournalistur, sum er í Tokyo, har hann fylgir 27 ára gamla miðvinginum í sambandi við ein dokumentarfilm, ið verður gjørdur um Sverra. 

Sunnunáttina føroyska tíð, tað er náttin til sunnudagin, skal Sverri Sandberg Nielsen rógva fjórðingsfinaluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. desember
HM tíðindi 9 des 2022
149220
Fríggjadag 9. desember
Góðan morgun Føroyar 09. desember 2022
149185
Fríggjadag 9. desember
Morgunlestur fríggjadagur 9. desember 2022
148413
Hósdag 8. desember
RagnarRokk: Tim Bowness um Butterfly Mind
148284
Hósdag 8. desember
RagnarRokk: David Readman um Medusa
148283
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. desember
Løgtingsval 2022
149167
Mikudag 7. desember
Valfundur á Skúlatrøð, Klaksvík
149039
Týsdag 6. desember
Framsókn í Tinginum
148999
Mánadag 5. desember
Sjálvstýri í Andglettinum
148753