Mótmæla parkeringshús í miðbýnum í Havn

15.07.2021 - 12:32
AktueltSamfelag
Mótmæla parkeringshús í miðbýnum í Havn
Skal miðbýurin vera fyri bilar ella børn? Tað er spurningurin, sum íbúgvarnir í miðbýnum í Havn seta Tórshavnar kommunu, nú ætlanin er at byggja parkeringshús í miðbýnum
"Ferðslan í miðbýnum er nógv, og við nýggjum og stórum parkeringshúsi fer ferðslan at fleirfaldast og hava skaðiliga ávirkan á trivnaðin í økinum - serliga fyri børnini," stendur í mótimælisskrivinum
Mynd: Zeta arkitektar  
 

Í skrivinum til kommununa skriva grannarnir, at seinastu árini eru alsamt fleiri barnafamiljur fluttar oman í miðbýin og hava skapt nýtt lív í økinum.

Men tann gongdin er nú hótt, halda grannarnir. 

Ferðslan í miðbýnum er nógv, og við nýggjum og stórum parkeringshúsi fer ferðslan at fleirfaldast og hava skaðiliga ávirkan á trivnaðin í økinum - serliga fyri børnini. Spurningurin er einfaldur: skulu vit hava ein miðbý fyri børn og
barnafamiljur? Ella skulu vit hava ein miðbý fyri bilar?

 

Grannarnir svara í klaguni sínum egna spurningi, og staðfesta, at tað er ikki ein góð loysn at byggja eitt parkeringshús mitt í einum øki, sum longu er trongt og smalt.

Grannarnir vísa eisini á vantandi kunning frá kommununi og sóknast eftir kanningum, sum lýsa avleiðingina av parkeringshúsinum fyri grannarnar. 

Í niðara borði á Tinghúsvegnum fer ætlaða byggingin at skugga fyri hjá teimum, sum har búgva. Eitt skuggadiagram, og ikki ein pilkað og villleiðandi myndgjørd lýsing av einum sjónligum inntrivi, hevði somuleiðis víst, hvussu illa nærmastu grannar hjá einum p-húsi verða viðfarnir. 

Sambært klaguni frá grannunum hjá ætlaða parkeringshúsinum, so fer ætlaða byggiætlan enntá inn á ognirnar hjá grannum, uttan at nakar myndugleiki hevur verið á gátt, og uttan at nøkur kunning hevur verið.

Hetta er ikki góður fyrisitingarligur ella politiskur siður

Grannarnir krevja eina umhvørvis-árinskanning, sum lýsir, hvørji árin parkeringshúsið hevur. 

Grannarnir enda skrivið við at bjóða Tórshavnar kommunu á fund um ætlanina. Tí enn trívast tey í miðbýnum. 

"Her vilja vit búgva, uttan at gerandislívið skal standa fyri so ógvusligum broytingum, sum ætlaða parkeringshúsið fer at hava við sær. 

Bygningurin verður í sjey hæddum, har tann ovasta skal hýsa penthouse-íbúðum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430
Mánadag 23. januar
Møti úr Meinigheitshúsinum
151337
Sunnudag 22. januar
Hvør veit?
151287
Sunnudag 22. januar
Andakt við Tummas Jacobsen
151286