OL verður uttan áskoðarar

09.07.2021 - 11:14
Aktuelt
OL verður uttan áskoðarar
Tá Olympisku Leikirnir fara av bakkastokki í japanska høvuðsstaðnum Tokyo 23. juli, tað er um tvær vikur, verður tað uttan áskoðarar
Sverri Sandberg Nielsen má rógva uttan áskoðarar til OL í Japan. Kanska ikki so stórur missur hjá Sverra
Mynd: Føroya Tele á Facebook  
 

Avgerðin at sýta áskoðarum atgongd er tikin av japanska ráðharranum fyri Olympisku Leikirnar, Tamayo Marukawa, eftir samráðingar við embætisfólk hjá altjóðu olympisku nevndini og fyrireikararnar. 

Fyrr í morgun boðaði australski tennisleikarin, Nicolas Kyrgios frá, at hann nú ikki fer at kappast á olympisku leikunum, millum annað tí, at  hann ikki vil spæla á tómum leikvøllum.

Heilsumálaráðharrin í Japan, Norihisa Tamura, sigur tó sambært Reuters, at hann harmast vegna ítróttarfólki, men avgerðin er røtt.

"Til allar áskoðarar, verið heima til olympisku leikirnar, og njóti tiltakið heima saman við familjum tykkara," segði hann á tíðindafundi í morgun okkara tíð.

Fyrireikararnir hava drigist við lítla almenna undirtøku millum íbúgvarnar í Tokyo, fyri at fyriskipa leikunum.

Ein meiningarkanning vísti herfyri, at 35% av fólkunum Japan vóru fyri at banna øllum áskoðarum til leikirnar, 26% vóru fyri avmarkaðum áskoðaratali, meðan 34% vildu hava leikirnar avlýstar ella útsettar, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. januar
Brunsj við Jóhann Mortensen
151621
Leygardag 28. januar
Jambalaja 280123
151616
Leygardag 28. januar
Upp á tá 270123
151608
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430
Mánadag 23. januar
Møti úr Meinigheitshúsinum
151337
Sunnudag 22. januar
Hvør veit?
151287
Sunnudag 22. januar
Andakt við Tummas Jacobsen
151286