Gundurs bussar skal røkja busskoyringina í Havn

08.07.2021 - 16:00
AktueltSamfelag
Gundurs bussar skal røkja busskoyringina í Havn
28,2 mió. kr. skal Tórshavnar kommuna gjalda Gundurs bussar fyri at røkja bussleiðina
Heðin og Heðin, Zachariassen og Mortensen, skriva undir sáttmálan sum ávikavist nevndarformaður í Gundurs bussar og borgarstjóri í Havn
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 

Tað verða bussarnir hjá Sp/f Gundurs Bussar, sum fara at røkja alla busskoyringina í Tórshavnar kommunu í 2022.

Ískoytissáttmáli varð í dag undirskrivaður við Sp/f Gundurs Bussar. Sáttmálin byggir á verandi sáttmála um busskoyring í Tórshavnar kommunu.

Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heðin Zachariassen, nevndarformaður í Sp/f Gundurs Bussar, sum skrivaðu undir.

Avtalan fevnir um tíðarskeiðið frá 1. januar 2022 - 1. januar 2023. Sp/f Gundurs Bussar fara at reka alla bussleiðina í Tórshavnar kommunu fyri kr. 28,2 mió.kr hetta tíðarskeiðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. apríl
Plátupanelið #008 (2003)
155028
Leygardag 1. apríl
Martin Mouritsen er gestur í Brunsj
155026
Leygardag 1. apríl
Jambalaja 010423
155025
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mars
Veðrið
155005
Hósdag 30. mars
Grønjakkar í Havn
154887
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636