Danmark er í EM hálvfinaluni

Danmark er í EM hálvfinaluni
"Ahu ahu vi vinder i Baku," sungu donsku áskoðararnir allan dystin, og teir fingu rætt. Danmark vann 2-1 móti Kekkia og hevur spælt seg í EM-hálvfinaluna
Dagsins leikari hjá Danmark, Thomas Delaney, skoraði til 1-0
 
03.07.2021 - 19:17

Danmark er í EM-hálvfinaluni við einum strævnum 2-1 sigri á Kekkia. 

Danmark legði seg á odda longu í fimta minutti, tí kekkar snorksvóvu, tá Jesper Stryger Larsen legði eitt gott horna innfyri, sum ein púra fríur Thomas Delaney kundi stúta í málið. 

Danmark var omaná tað mesta av fyrra hálvleiki, og tað var í samsvari við yvirtakið, at Danmark legði seg á odda 2-0 í 42. minutti við einum av bestu málunum, sum eru skorað í EM.

Jannik Vestergaard spældi Joakim Mæhle frían í vinstru síðu. Stóra stjørnuskotið á danska liðnum legði eitt framúrskarandi innlegg innfyri við uttaru síðu av høgra fóti. Bólturin fór í einum snøggum boga niður á fótin hjá Kasper Dolberg, ið kom stórleypandi inn í brotsteigin. 

 

Kekkar skaptu spenning

Kekkar koma út til seinna hálveik sum eitt ódnarveður, og trýstu Danmark í botn. Ein mál lá í luftini, og tað kom, tá tríggir minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Og ikki óvæntað, var tað stóra stjørnan hjá kekkum, Schick, ið skoraði sítt fimta mál eftir innlegg frá Vladimir Coufal.   

Danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand, gjørdi skjótt av og sendi frískar mans á vøllin, og tað gjørdi, at Danmark fótaði sær aftur. Danmark hevði møguleikarnar til at skora triðja og avgerandi málið, men tað kom ikki. Hinvegin, var Kekkia ongantíð ordiliga nær við at javna. Danska verjan stóð sum drangur í brimi og helt skansan til endans.

Tað var sera heitt í Baku, og tað merkti dystin, tí hann manglaði til tíðir ferð og dygd. 

Nú skal Danmark til Wembley at spæla hálvfinalu móti antin Onglandi ella Ukraina.  

Kenslurnar hjá danska krígsmanninum á miðvøllinum, og ein av bestu spælarunum í EM-kappingini, Pierre Emil Højbjerg, fingu frítt at fara eftir dystin. 

 

EM-áttandapartsfinalurnar 

Leygardagin 26. juni
1: Wales - Danmark 0-4 
2: Italia - Eysturíki 2-1

Sunnudagin 27. juni
3: Holland - Kekkia 0-2
4: Belgia - Portugal 1-0

Mánadagin 28. juni
5: Kroatia - Spaina 3-5
6: Frakland - Sveis 3-3 / 4-5 eftir brotssparkskapping

Týsdagin 29. juni
7: Ongland - Týskland 2-0
8: Svøríki - Ukraina 1-2

 

Fjórðingsfinalurnar

Fríggjadagin 2. juli
Sveis - Spaina 1-1 (1-3 brotssparkskapping)
Belgia - Itala 1-2

Leygardagin 3. juli
Kekkia - Danmark 1-2
Ukraina - Ongland (21:00, Róm)

 

Hálvfinalur

Týsdagin 6. juli 
Wembley, London, kl. 20
Italia - Spaina
  
Mikudagin, 7. juli 
Wembley, London, kl. 20
Ukraine/England - Danmark 
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. juni
Veðrið
176746
Fríggjadag 14. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176707
Hósdag 13. juni
Sært tú fuglin? (3:3)
176671
Mikudag 12. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176601
Týsdag 11. juni
Veðrið
176574