- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lastbilar hava koyrt gjøgnum Havnina í nátt uttan at fáa bót
25.06.2021 - 11:34
Aktuelt›112
Lastbilar hava koyrt gjøgnum Havnina í nátt uttan at fáa bót
Eingin fekk bót, tá lastbilar aftur í nátt koyrdu við gróti gjøgnum Havnina. Skeltingin er framvegis ikki røtt, sigur fútin

Aftur í nátt koyrdu lastbilar við gróti gjøgnum Havnina. Og eingin fekk bót.
Tí politiið fær einki gjørt, tí skeltingin er framvegis ikki røtt.
Michael Boolsen, fúti, sigur, at skeltini eru ikki soleiðis sum ásett er í kunngerðini um ferðluskelti.
Og tí kann politiið ikki handhevja lógina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV