Fakfeløg avlýsa ætlað tiltøk

Fakfeløg avlýsa ætlað tiltøk
Feløgini fara nú at taka saman um støðuna, og tosa um, hvat næsti leikur verður, sigur Súni Selfoss, talsfólk fyri fakfeløgini
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.06.2021 - 09:42

Tiltøkini, sum 36 fakfeløg ætlaðu at seta í verk til tess at mótmæla lógarinntrivið í verkfallið, verða av ongum, nú semja er gjørd millum Pedagogfelagið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og talsfólk fyri tey 36 fakfeløgini, sigur, at hóast ætlanin um stríðsstig er slept, merkir tað ikki, at fakfeløgini hava slept endanum.

- Vit fara nú at taka samanum støðuna, og so fara vit at tosa saman um, hvat næsti leikur verður, sigur hann.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161