Semingsuppskotið er góðtikið og verkfallið av

19.06.2021 - 23:40
AktueltPolitikkur
Semingsuppskotið er góðtikið og verkfallið av
Pedagogfelagið og KAF og lønardeildin í fíggjarmálaráðnum skrivaðu undir sáttmálan stutt fyri kl. 23.30 í kvøld
Partarnir í lønartrætuni skrivaðu undir nýggjan sáttmála í kvøld
Mynd: Símun Absalonsen  
 

- Okkara mál við samráðingum hesaferð, hevur verið at fáa menniskjaligt haldføri inn í námsfrøðiliga arbeiðið. Eitt haldføri, sum skal tryggja námsfrøðiliga góðsku til teir borgarar og børnini, sum limir okkara eru um.  Hetta semingsuppskotið er eitt stig á leiðini, hóast vit viðganga, at nakað er eftir á mál, sigur Pedagogfelagið

Semjan tryggjar øllum limum eina lønarhækking við nøkrum broytingum í skalagongdunum. Semingsuppskotið er nakað út um karmin, sum arbeiðsgevarin hevði lagt, áðrenn samráðingarnar byrjaðu.

Nú semja er gjørd um nýggjan sáttmála, verða øll stríðsstig avblást, skrivar Pedagogfelagið. 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur í kvøld, at hann góðtekur tað fíggjarliga í sáttmálanum. 

- Eg eri fegin um, at vit fingu loyst hesa trætuna, og at tað fíggjarliga hongur saman, og at Pedagogfelagið hevur fingið nøkur av sínum aftrat við í sáttmálan, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, beint eftir at hann hevði skrivað undir sáttmálan.

Meira verður at frætta í tíðindunum í morgin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mai
Nón 27. mai 2022
140205
Fríggjadag 27. mai
Grønt orkuskifti og kvinnur í politikki
140184
Fríggjadag 27. mai
Góðan morgun Føroyar 27.05.2022
140183
Fríggjadag 27. mai
Morgunlestur fríggjadagur 27.mai 2022
139981
Hósdag 26. mai
RagnarRokk 26.mai 2022
139459
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mai
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
140163
Hósdag 26. mai
Sært tú meg 3:3
140155
Hósdag 26. mai
Andakt við Emil Olsen
140162
Mánadag 23. mai
3-2
140037
Sunnudag 22. mai
Andakt við Andriasi Magnussen
139968