Samgongan og Sjálvstýri bíða eftir landsstýrinum

Samgongan og Sjálvstýri bíða eftir landsstýrinum
Samgongan og Sjálvstýri vilja bíða eftir landsstýrinum, áðrenn tey gera av, hvussu verður við Strandfarskipum landins
 
08.04.2021 - 12:20

Tað siga Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen í álitinum hjá Fíggjarnevndini, um uppskotið hjá Tjóðveldi um at endurnýggja flotan hjá strandfaraskipum landsins.

Teir taka undir við, at neyðugt er at endurnýggja flotan. Og Teir undrast á, at eingin ætlan er gjørd um hetta fyri nógvum árum síðani. 

Men teir halda nú, at skilagott er at bíða eftir úrslitinum hjá nevndini, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fer at seta fyrsta dagin, og síðani eftir politisku viðgerðini.

Teir mæla frá at samtykkja uppskotið hjá Tjóðveldi.

Annars vísa teir á, at í langtíðar-íløguætlanini eru settar av 200 mió. kr. fyri árini 2025, 2026 og 2027.

Minnilutin í Fíggjarnevndini, Aksel V. Johannesen, Páll á Reynatúgvu og Ruth Vang, mæla til at samtykkja uppskotið.

Sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi skulu byggjast fýra skip fyri 330 mió. kr.

Arbeiðið skal byrja longu í ár og vera liðugt í 2026.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. mai
Morgunlestur týsdagur 13. mai 2025
191670
Týsdag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
191800
Mánadag 12. mai
Norðurljóð 12.mai 2025
191324
Mánadag 12. mai
NSÍ var leikliga betri, men KÍ vann
191761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. mai
Anna FD 564 - teknmálstulkað
191741
Sunnudag 11. mai
Møti úr Stranda missiónshúsi
191725
Sunnudag 11. mai
Andakt
191720
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687