Løgmaður: Sverri er stóra fyrimyndin hjá okkum

14.10.2020 - 16:20
AktueltSamfelag
Løgmaður: Sverri er stóra fyrimyndin hjá okkum
Bárður á Steig Nielsen skipaði fyri móttøku í Tinganesi seinnapartin
Løgma´ður og evropameistarin, Sverri Sandberg Nielsen, í Tinganesi
 

Á móttøku í Tinganesi í dag heiðraði løgmaður nýklakta evropameistaran í einskullara-rógving.

Bárður á Steig Nielsen ynskti Sverra Sandberg Nielsen hjartaliga til lukku við avrikinum sum evropameistari. Hann ynskti honum eisini bestu eydnu við stóru avbjóðingini í OL-kappingini í Tokyo næsta ár. 

Tjóðarítrótt

- Rógving er okkara tjóðarítrótt. Ein ítrótt, sum myndar okkara staðseting sum oyggjaland í Norðuratlantshavi, og sum myndar okkara sterku bond til havið. Við hesum framúr úrslitum verður Sverri stóra fyrimyndin hjá okkum og okkara børnum, tí hann vísir í verki, at tey við venjing og stavnhaldi kunnu røkka stórum úrslitum. Eg vóni, at hetta fer at stimbra føroyska kappróðurin, sum hevur so stóran týdning fyri okkara samleika, segði løgmaður millum annað heilsan síni til Sverra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. apríl
Plátupanelið #008 (2003)
155028
Leygardag 1. apríl
Martin Mouritsen er gestur í Brunsj
155026
Leygardag 1. apríl
Jambalaja 010423
155025
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mars
Veðrið
155005
Hósdag 30. mars
Grønjakkar í Havn
154887
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636