OL verður í Tokyo næsta ár

07.09.2020 - 09:19
AktueltÚtheimurin
OL verður í Tokyo næsta ár
Leikirnir skuldu vera í ár, men korona gjørdi, at teir vórðu útsettir
Sverri Sandberg Nielsen fer at umboða Danmark í OL næsta ár
 

OL verður í Tokyo næsta ár, sama hvussu smittutrýstið er í heiminum.

Tað sigur John Coates, ið er varaforseti í altjóða olympiska felagsskapinum, IOC, við AFP.

Olympisku leikirnir byrja 23. juli næsta ár.

Útsettir

Í mars í ár vóru olympisku leikirnir útsettir til næsta ár. Fleiri íðkarar og ítróttasambond vildu hava leikirnar útsettar. Orsøkin var koronusmittan.

Ein kanning vísir annars, at bara fjórði hvør í Japan heldur tað vera ráðiligt at halda leikirnar næsta ár, skrivar BBC. Tey vilja heldur útseta ella avlýsa tiltakið.

Japan hevur framvegis ikki latið upp fyri umheiminum fyri at berja koronusmittuna niður.

Sverri umboðar Danmark

IOC hevur sett ein arbeiðsbólk at fyrireika leikirnar, og hvussu farast skal fram, tá ræður um smittutrýst.

Ein føroyingur verður við til OL næsta ár. Sverri Sandberg Nielsen fer at umboða Danmark í einmansrógving.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430
Mánadag 23. januar
Møti úr Meinigheitshúsinum
151337
Sunnudag 22. januar
Hvør veit?
151287
Sunnudag 22. januar
Andakt við Tummas Jacobsen
151286