Nýggjar leiðreglur fyri útisiglarar

Nýggjar leiðreglur fyri útisiglarar
Útisiglarar og arbeiðandi føroyingar uttanlands kunnu loysast úr heimauppihaldi, við at lata seg kanna tvær ferðir
Útisiglarar og føroyingar, sum arbeiða uttanlands, kunnu nú verða loystir skjótari úr heimaupphaldi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.06.2020 - 16:27

Nýggjar leiðreglur eru nú galdandi fyri útisiglarar og arbeiðandi føroyingar, sum koma heim aftur til Føroya úr øðrum londum enn teimum, sum latið er upp fyri.

Aðalmálið við skipanini er at gera tað lættari hjá hesum fólkum at lata seg kanna fyri COVID-19, tá tey eru komin heimaftur, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Nýggju leiðreglurnar hava við sær, at heimkomnir útisiglarar og arbeiðandi føroyingar kunnu loysast úr heimauppihaldinum skjótari, við at lata seg kanna tvær ferðir.

Sostatt verður heimauppihaldið fyri útisiglarar og arbeiðandi føroyingar stytt, tó er hetta treytað av, at hesi lata seg kanna skjótast gjørligt, eftir at tey eru komin heim, og aftur seks dagar eftir fyrstu kanning. Tað skulu ganga í minsta lagi fimm dagar millum fyrstu og aðru kanning. 

Her eru reglurnar: 

Leiðreglurnar fyri útisiglarar og arbeiðandi føroyingar, sum koma heim úr øðrum enn teimum fimm londunum, eru hesar:

Ferðandi fara beinleiðis í heimauppihald eftir komu til Føroya.

Ferðandi skulu lata seg kanna skjótast gjørligt - helst sama dag, sum komið verður heim. Ferðandi kunnu seta seg í samband við kanningarstovuna Thetis fyri at verða kannað.

Seks dagar eftir fyrstu kanning skulu ferðandi aftur lata seg kanna. Tað skulu ganga í minsta lagi fimm dagar millum fyrstu og aðru kanning. 

Negativ kanningarúrslit við komu, og síðani aftur seks dagar eftir fyrstu kanning, loysir tann ferðandi úr heimauppihaldinum.

Øll fólk, sum nýliga eru komin til landið, eiga at vera serliga ansin og fylgja almennu tilmælunum um frástøðu og gott reinføri. Kennir tú teg sjúkan, skalt tú lata teg kanna beinanvegin.

Koronakanningarnar verða gjørdar á kanningarstovuni hjá Thetis í Havn. Tann ferðandi rindar sjálvur fyri kanningina. Meir sæst um skipanina á www.thetis.fo.

Landsstýrið mælir framhaldandi føroyingum frá at ferðast í onnur lond enn Danmark, Grønland, Ísland, Noreg og Týskland, skrivar Heilsumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Hósdag 12. februar
Eitt korter við jazztónleiki
204126
Hósdag 12. februar
Breddin: Útlendingar í Føroyum
204109
Hósdag 12. februar
Morgunlestur hósdagur 12.februar 2026
203859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Veðrið
204143
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Stjørnan í øðrum parti
204122
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976