Brúka 800.000 kr. at kanna brennistøð

16.06.2020 - 09:13
AktueltPolitikkur
Brúka 800.000 kr. at kanna brennistøð
Arbeiðsbólkurin skal millum annað kanna, hvussu nógv ein nýggjur ovnur afturat verandi ovni á Sandvíkarhjalla kostar
Arbeiðsbólkurin kannar eisini fyrimunir og vansar at byggja felags brennistøð saman við IRF
 

Býráðið í Havn hevur samtykt at játta 800.000 kr. til uttanhýsis kanning um tørvin á brennistøð.

Býráðið samtykti síðst í januar at seta arbeiðsbólk at lýsa fíggjarligar fyrimunir og vansar fyri Tórshavnar kommunu at gera eina felags brennistøð saman við IRF, ella um tað framhaldandi skulu vera tvær brennistøðir í landinum. 

Arbeiðsbólkurin skal eisini kanna, hvørjir fyrimunir og vansar eru orkuliga og umhvørvisliga.

Í arbeiðsbólkinum skulu vera uttanhýsis serkøn í fíggjarviðurskiftum, verkfrøði, orku og umhvørvi. 

Kanna eisini prís

Arbeiðsbólkurin skal millum annað kanna, hvussu nógv ein nýggjur ovnur afturat verandi ovni á Sandvíkarhjalla kostar.

Ein politiskur fylgibólkur, sum allir flokkar í býráðnum hava fólk í, verður settur til at fylgja arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum.

Býráðið hevur einmælt samtykt at játta 800.000 kr. til arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum. Men av tí at talan er um eykajáttan skal ein viðgerð vera afturat í býráðnum.

Seinasti býráðsfundur fyri summarfrítíðina verður 25.juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470
Týsdag 21. mars
Vísindavøka 2022
154454
Sunnudag 19. mars
Møti úr Filadelfia í Gøtu
154340