Vindmyllur skulu takast niður um 20 ár

02.06.2020 - 09:41
AktueltSamfelag
Vindmyllur skulu takast niður um 20 ár
Ætlanin er at seta seks myllur upp í Flatnahaga í Suðurstreymi
Vindmyllur í Flatnahaga verða størri enn tær, sum standa í Húsahaga
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Magn skal taka vindmyllurnar í Flatnahaga niðuraftur um 20 ár, eru myllurnar í andsøgn við ætlaða bygging í økinum tá. 

Livitíðin hjá myllunum er 20 ár.

Ætlanin er at seta seks myllur upp í Flatnahaga í Suðurstreymi. Tær eru nakað størri enn myllurnar í Húsahaga.

Veingjabreiðið er 82 metrar. Myllurnar í Húsahaga eru 67 metrar.

Ikki við í býarvøkstrinum

Flatnahagi er í løtuni ikki við í býarvøkstrinum fyri 2030. Men tað kann hugsast, at eftir 2030 verður økið við í býarvøkstrinum, sigur umsitingin hjá Tórshavnar býráði.

Í sambandi við almennu hoyringina av serstøku byggisamtyktini fyri Flatnahaga komu tríggjar viðmerkingar.

Tær vóru frá NET, Forsvarsministeriets Ejendomsstyrelse og Søfartsstyrelsen, sum hava antennur og sendarar í økinum.

Náttúrufriðingarnevndin hevur givið loyvi til myllurnar, men Yvirfriðingarnevndin hevur ikki svarað enn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Andaktin
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470
Týsdag 21. mars
Vísindavøka 2022
154454