Kósin hjá Mette fær stóra undirtøku

30.03.2020 - 12:02
AktueltÚtheimurin
Kósin hjá Mette fær stóra undirtøku
Var val nú, hevði sosialdemokratiski stjórnarflokkurin fingið 31,5 prosent av atkvøðunum
 

Danskir veljarar taka undir við politisku kósini hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra,  og sosialdemokratiska stjórnarflokkinum.

Sambært eini nýggjari veljarakanning hjá Voxmeter, ið Ritazu hevur bílagt, hevði flokkurin fingið 31,5 prosent av atkvøðunum, um val var í dag. 

Sostatt tykist Mette Frederiksen av álvara at hava vent gongdini hjá sosialdemokratunum, tí so góða undirøku hevur flokkurin ikki havt síðan fyrst í 2006, tá Helle Thorning-Schmidt tók við sum forkvinna. 

Framgongdin er á 4,7 prosentstig samanborið við kanningina, ið varð gjørd í farnu viku. Sambært Ritzau er talan um ein tann størsta vøksturin í søguni hjá Voxmeter. 

Óvissan í tølunum hjá sosialdemokratiska flokkinum er 2,8 prosentstig. 

Alternativet tódnar

Meðan veljarakanningin er góður lesnaður hjá sosialdemokratunum, er hann minni hugaligur hjá Alternativet. 

Seinastu vikurnar hava verið merktar av politiskum rumbli, har millum annað fýra av teimum fimm fólkatingslimunum eru farnir úr flokkinum. Tað sæst eisini aftur í veljarakanningini, har flokkurin farna mánaðin er farin úr 2,1 prosent niður 0,6 prosent. 

Óvissan í tølunum hjá Alternativet er 0,5 prosentstig. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470
Týsdag 21. mars
Vísindavøka 2022
154454
Sunnudag 19. mars
Møti úr Filadelfia í Gøtu
154340
Sunnudag 19. mars
Andakt við Árna Joensen
154308