Ongar gudstænastur í dag

Ongar gudstænastur í dag
Gudstænasturnar, sum skuldu verða í teimum 60 føroysku kirkjunum í dag, eru allar avlýstar, orsakað av COVID-19 smittuvanda
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.03.2020 - 09:15

Fólkakirkjan boðaði hósdagin frá, at kirkjumyndugleikarnir hava avgjørt, at ongar gudstænastur verða í mars, og at tann avgerðin verður endurskoðað um mánaðarskiftið.

Men, tað eru ikki bara kirkjurnar, sum hava avlýst, orsakað av COVID-19 smittuvanda. Heldur ikki tær stóru samkomurnar í Føroyum hava møti í dag, hava tær boðað frá.

Onkur kirkja í Føroyum fer tó at hava andakt á netinum í dag, og onkrar samkomur hava um vikuskiftið boðað frá, at tær stroyma talur og lovsang á netinum.

Her í útvarpinum endursenda vit klokkan 11 eina gudstænastu frá Fríðrikskirkjuni, og í sjónvarpinum endursenda vit klokkan 16 eina nýggjársgudstænastu, sum varð tikin upp í Vesturkirkjuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738

Meira um sama evni