Skulu ikki leggja hond á kistuna

bannari
Skulu ikki leggja hond á kistuna
Bispur og dómpróstur mæla eisini frá, at fólk taka í hondina á teimum avvarðandi í sambandi við jarðarferð
Tilmælið frá myndugleikunum ávirkar nú eisini jarðarferðir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.03.2020 - 09:47

Í hesum tíðum skulu vit ikki leggja hond á kistuna til jarðarferðir. Tað sigur fólkakirkjan í skrivi, sum er undirskrivað av Una Næs, dómprósti, og Jógvani Fríðrikssyni, bispi. 

Talan verður ikki um at avlýsa jarðarferðir, men tilmælið um, at vit ikki skulu vera fleiri enn 100 fólk á sama stað, ávirkar eisini jarðarferðir, siga bispur og dómpróstur.

Mæla frá at taka í hondina hjá avvarðandi

Umframt ikki leggja hond á kistuna, mæla teir eisini frá at taka í hondina á teimum avvarðandi, og kirkjan fer at nýta prentað ørk í staðin fyri sálmabøkur, eins og fólk skulu halda eina ávísa frástøðu.

Kirkjan sigur tó, at avvarðandi at sjúkum eru vælkomin at senda boð eftir presti til eitt nú samtalu, bírætting og andakt.

Tí hóast tilmæli um at vera varin í almenna rúminum, vil kirkjan vera saman við fólkinum í góðum eins og í avbjóðandi løtum, sigur bispur og dómpróstur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233

Meira um sama evni