Eingin doping skal vera í venjingarmiðstøðum

27.02.2020 - 13:57
AktueltHeilsa
Eingin doping skal vera í venjingarmiðstøðum
Tórshavnar býráð fer í kvøld at samtykkja, at kommunan skal ikki arbeiða saman við venjingarmiðstøðum, sum ikki eru við í skipan um anti-doping
 

Tórshavnar kommuna skal ikki arbeiða saman við venjingarmiðstøðum, sum ikki eru við í anti-doping skipan.

Býráðið fer í kvøld at viðgera hetta málið.

ÍSF hevur biðið kommununa um at taka lógvatak saman við ÍSF um at virka fyri, at doping ikki verður brúkt í venjingarmiðstøðum.

Tórshavnar kommuna hevur samstarv við venjingarmiðstøð, sum ikki hevur gjørt avtalu við ÍSF um anti-doping. 

Noyðast at finna aðra miðstøð

Men samtykkir býráðið í kvøld, at kommunan ikki skal arbeiða saman við slíkum venjingarmiðstøðum, noyðist kommunan at finna aðra venjingarmiðstøð til tey gomlu í kommununi.

Uppskotið verður samtykt, tí bæði umsitingin og nevndir hjá býráðnum mæla til, at tað verður samtykt.

Sambært ÍSF er bara ein venjingarmiðstøð í Tórshavnar kommunu, sum ikki er við í anti-doping skipan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470
Týsdag 21. mars
Vísindavøka 2022
154454
Sunnudag 19. mars
Møti úr Filadelfia í Gøtu
154340